Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eitt valdømi – lítla og onga ávirkan á kvinnuumboðanina

John William Joensen

Um Føroyar framvegis høvdu verið deildar sundur í valdømir, so høvdu seks kvinnur komið á ting – fýra kvinnur høvdu umboða Tjóðveldi, sum hevði fingið 9 tinglimir

Tað hevur verið nógv sagt um nýggju valskipaninna, men lítið hevur verið sæð av taltilfarið í høvuðsstaðarpressuni um hvussu tingið hevði verið samansett um Føroyar framvegis vóru deildar sundur í valdømir.

Norðlýsið fer komandi dagarnar at fara longur í djúpdina við at samanbera tølini men longu nú kunnu vit siga nøkur ting við vissu.

Í samband við spurningin um kvinnuumboðan so høvdu seks kvinnur komið á ting um Føroyar framhaldandi vóru valdømir.

Fýra av teimum høvdu umboða Tjóðveldi og Tjóðveldi hevði fingið ein tinglim fleiri – nevnuliga nýggju.

Hagfrøðingr og stjørnmálafrøðingar sum hava kanna tølini siga við Norðlýsið at nýggja valskipanin hevur framt sera lítlar broytingar við sær – nóg færri enn teir høvdu roknað við.

Meira um hetta komandi dagarnar her á bestu heimasíðuni í Føroyum.