Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Poul Michelsen uttan fyri samgongusamráðingarnar

John William Joensen

Tað má vera sera lítið sum Poul Michelsen veit um samgongusamráðingarnar, tí hann hevur als ikki luttikið í teimum, sigur Annfinn Kalsberg

Í útvarpstíðindunum í morgun gjørdi Poul Michelsen greitt at hann stuðlaði ikki samgongu samráðingum – tí hann helt ikki at nakað var at samráðast um.

Annfinn Kallsberg, sum hevur verið við til nógvar samgongusamráðingar sigur, at tað má vera lítið, sum Poul Michelsen veit um samráðingarnar tí hann hevur als ikki luttikið í teimum.

– Fyri tveimum døgum síðan legði hann somu sjónarmið fram og tá onnur ikki høvdu somu meingin rýmdi hann og hevur ikki verið at sæð síðani.

– Meira var ikki í samráðingarsjáttuni hjá Poul Michelsen – og tað sum hann segði í útvarpinum í morgun lýsir ógvuliga væl hvussu lítið hann kennir til samgongusamráðingarnar.

Spurdur um Poul Michelsen var leysgangari í Fólkaflokkinum – segði Anfinn Kallsberg, at tað noyddust vit at spyrja Poul um.

———-

Poul Michelsen hevur altíð verið loysingarmaður og hevur allatíðina verið í serstøðu í Fólkaflokkinum har hann í fleiri málum er gingin ímóti flokkinum.

Í málinum um yvirtøkulógina, 266B, og serliga í Flogvallarmálinum har flokkurin var samdur um at útbyggja flogvøllin í Vagunum – fór Poul út og legði sjálvur, saman við øðrum politikkarum í suðurstreymi uppskot fram um at byggja nýggjan flogvøll í Havn.

Eisini eru fleiri onnur mál har hann hevur tikið serstøður og man kann tí av røttum seta spurningin um Poul Michelsen verður partur av eini komandi samgongu.

Samgongusamráðingarnar millum A, B, C byrja aftur í morgun.

Harleyfacadeacryl