Danska stjórnin fer seinni í ár at leggja fram lógaruppskot at sleppa 70-ára aldursmarkinum fyri tænastumenn.
Tað er órímiligt, at fast ásett aldursmark skal avgera, nær hin einstaki skal gevast at arbeiða, sigur Claus Hjort Frederiksen, ráðharri.
Væntað verður eisini, at almennir arbeiðsgevarar til komandi sáttmálasamráðingarnar koma við kravi um, at farið verður frá 70-ára markinum. Síðani á nýggjárinum hevur verið ólógligt við sáttmálum, ið áseta aldursmark undir 70 ár.
Kelda: DR




