Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Etið sunnari og livið 14 ár longri

(Hannefía Joensen)

Um tit eta grønt, iðka motión, drekka bert eitt sindur og als ikki roykja, er møguleiki fyri at tit liva longri.

Tað hevur einki at siga, um vektin er í meira lagi. Hetta siga granskarar eftir umfatandi kanning, sum BBC skrivar um. 20.000 bretar eru kannaðir í heili 13 ár.

Kanningin vísti, at ein 60 ára gamal, sum etur ósunnan mat, situr nógv stillur, drekkur í meira lagi og roykir ein pakka um dagin, er í líka stórum vanda fyri at doyggja í morgin sum ein 74 ára gamal, sum ikki hevur nevnda lívsstílin.

Granskararnir funnu hinvegin einki samband millum deyðsorsøk og likamsvekt.


kelda DR