Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mansflogbóltur meistaradeildin: Dysturin ÍF-Mjølnir útsettur

Norðlýsið ÍTROTTUR

Flogbóltssamband Føroya boðar frá, at dysturin í meistaradeildini hjá monnum millum ÍF og Mjølnir, sum skuldi spælast á Kambsdali leygardagin tann 26/1, er útsettur.

Soljóðandi fráboðan er komin frá Flogbóltssambandi Føroya:

FLOGBÓLTSDYSTUR ÚTSETTUR!

Meistaradeildin menn:

Dystur 127 tann 26. januar millum ÍF og Mjølnir er útsettur!

– – –

Enn er einki frætt um nýggjan dystardag.

Í løtuni liggja Mjølnir-menninir á odda í meistaradeildini, umframt at teir hava vunnið sær pláss í steypafinaluni.