75. konsertin hjá Føroya Symfoniorkestri í Norðurlandahúsinum leygardagin 23. februar klokkan 1930.
Á skránni: Samuel Barber: Adagio, Ludvig van Beethoven: Klaverkonsert nr 5, “Keisarakonsertin” og at enda Edward Elgar: Enigma Variations.
Solistur: Johannes Andreasen
Dirigentur: Bernhard Wilkinson
Samuel Barber: Adagio fyri strúkarar
Konsertin byrjar við tí sera vakra og inniliga verkinum “Adagio fyri strúkarar” av amerikanska komponistinum Samuel Barber. Hetta er hansara kendasta og mest spælda verk. Tað varð tónasett í 1936, men í januar 1938 sendi Barber verkið til tann tá kendasta dirigentin, Arthuro Toscanini, men fekk tað aftur í høvdið. Barber gjørdist sjálvandi firtin. Men seinni sendi Toscanini umvegis ein vin boð aftur til Barber um, at honum beinanvegin dámdi verkið og hevði ætlanir um at framføra tað, men hann hevði sent verkið aftur, tí hann við at hyggja at tí dugdi tað uttanat og tí ikki hevði brúk fyri partiturinum. Og tað sigst, at Toscanini ikki hugdi at tí aftur fyrr enn tann dagin, hann framføridi verkið fyrstu ferð.
Hetta tónaverkið byrjar við at 1. violinirnar spæla upprunalagið, sum so ferðast millum ymsu strúkararnar, alla tíðina vaksandi og hækkandi í styrki og tónahædd og endandi við einum fortissimo í hægsta tónaøkinum. Síðani fjarðar tað spakuliga burtur og endar sum í byrjanini við at 1. violinirnar spæla upprunatemaið..
L. van Beethoven: Klaverkonsert nr. 5
Konsertin heldur fram við klaverkonsert nr. 5 av Ludvig van Beethoven, vanliga kallað Keisarakonsertin. Hon er tónasett í 1809 og er ognað erkahertoganum Rudolfi. Hann var næmingur hjá Beethoven og var samstundis hansara fíggjarligi stuðul, mæcen. Konsertin var fyrstu ferð framførd í 1810, men Beetoven sat ikki sjálvur við klaverið, hann metti seg sjálvan at vera ov deyvur til at átaka sær uppgávuna.
Konsertin hevur næstan frá uppruna av verið nevnd “Keisarakonsertin” og ein av granskarunum, Marion. M. Scott skrivar:
Tematiska tilfarið er so djarvt sum bergmál, so sigursælt, at tú skilir hví konsertin hevur fingið hetta navn. Men Beethoven gav ongantíð konsertini hetta navn, og hann hevði tá ikki minstu virðing fyri Napoleon, sum hann jú hevði, tá hann ognaði honum sína 3. symfoni, Eroica, men seinni skræddi tiltulblaðið við ognanini. So hon hevur einki við Napoleon keisara at gera.
Konsertin er sum vant í wienerkalssiska tíðarskeiðinum í trimum satsum.
1. satsur: Allegro. Verkið byrjar við trimum fulltónandi akkordum í orkestrinum, og kemur aftan á hvørja av hesum akkordum stutt solokadensu frá klaverinum, og kemur henda fyri av og á gjøgnum allan satsin.
2. satsur: Adagio un poco mosso. Meðan fyrsti er skjótur, kátur og hetjuligur, so er hesin satsurin í B dur róligur og djúphugsin. Hann leiðir yvir í triðja satsin uttan steðg við at fagottin flytur ein hálvan tóna niður í b moll.
3. satsur: Rondo Allegro ma non troppo. Klaverið byrjar beinanvegin við høvuðstemanum, sum orkestrið síðani endurtekur. Soleiðis skiftir aftur og fram millum orkestur og solist, og konsertin endar við eini kadensu og einum treystligum aftursvari úr orkestrinum.
Edward Elgar: ”Enigma Variations”
Eftir steðgin verður spælt eitt kent verk eftir bretska tónasetaran Edward Elgar, sum kallast Enigma Variations. Enigma merkir gáta, og er hetta eitt gátuført verk, við tað at Elgar oman fyri hvørja variatión hevur skrivað nakrar bókstavir, sum standa fyri vinmonnum og kenningum hansara, men hann fortaldi ikki, hvørjir hesir vóru. Men hvør variatión – tær eru 14 í tali – sipar til ein vinmann, antin hansara sermerki, serliga tónleikaáhuga ella annað.
Upprunin til verkið skal vera, at Elgar, ein dagin hann kom móður aftur frá undirvísing setti seg við klaverið og spældi eitt tema, sum kona hansara hoyrdi og gjørdist so hugtikin av, at hon bað hann spæla tað aftur. Hann so gjørdi, men setti seg samstundis at gera variatiónir, og at enda var hetta eitt stórt verk, sum hann so útsetti fyri orkestur. Framførslan fór fram í London í 1899, men har var funnist at tí gátuføra, sum hekk við verkinum, men seinni er hetta vorðið eitt av hansara mest vælumtóktu og spældu verkum.
Tær 14 variatiónirnar eru sera ymiskar, men kendast er Nimrod, sum er navn á einum patriarki í Gamla Testamenti, sum skuldi vera ein stórur veiðumaður. Ein av hansara vinmonnum var Jaeger, og hetta navnið merkir jú á týskum, veiðumaður. Teir báðir Jaeger gingu eitt kvøldið ein túr í góðveðri og mánalýsi og tosaðu um langsama satsin í “Mánalýsissonatuni” av Beethoven, og haðani skal íblásturin vera komin.
Hetta álvarsama og hugtakandi verkið verður ofta nýtt á hátíðarstundum, so sum hvønn 11. í 11. klokkan ellivu, tá hildin verður ein serlig minnihátíð við The Cenotaph á Whitehall í London til minnis um tey, sum fórust í fyrra og seinna heimsbardaga.
Atgongumerki í Norðurlandahúsinum. Kostnaður DK 150.




