Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Forkvinnan í Mentunnarnevndini lagt frá sær

John William Joensen

Í brævið til borgarstjóran, skrivar Gunnvá við Keldu at hon ikki longur er partur av samgonguni ímillum Fólkaflokkin og Tjóðveldi

Gunnvá við Keldu skrivar soleiðis í brævi til borgarstjóran:

– Tað at eg nú takið hesa støðu, sum eg kenni ógvuliga álvarsama er, at eg ferð eftir ferð havi gjørt formansskapinum greitt, at eg ikki kann góðtaka tær mannagongdir, ið hava verið nýttar.

– Eg má við hesum staðfesta, at stórur avstandur er ímillum formannsskapin og meg, at eg nú eftir fleiri áheitanir ikki hava annað í at velja.

—–

Red:
Gunnvá við Keldu er forkvinna í Mentunnarnevndini hjá Klaksvíkar Býrað – sum er ein av týdningarmiklu nevndunum í býráðnum.

Samgongan hevur tó framvegis meiriluta í býráðnum við seks mandatum.