Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bert fá pláss eftir til London túrin

Hannefía Joensen

Tey sum enn ikki hava tryggja sær pláss til London túrin hjá Norðlýsinum, verða nú noydd at skunda sær, tí bert eru fá pláss eftir.

Norðlýsið hevur skipa fyri túrum til London saman við Atlantic Airways og Alex Sólstein sum ferðaleiðara, og ikki kann annað sigast at undirtøkan hevur verið famúr góð.

Vit fara nú aftur til London á páskum, har vitjað verður ímillum annað London Eye, Natural History Museum og eisini verður farið til kenda sangleikin “Sound of Music” í Prince of Wales Theatre. Skáin sæst aðrastani á heimasíðuni.

Tú kanst tekna teg til á tlf. 45 62 85, og skunda tær tí bert fá pláss eru eftir.