Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nógvur vindur á Viðareiði

John William Joensen

Viðareiðisvegurin er stongdur og streymurin er ikki vantandi aftur fyrr enn einaferð í morgin

Tað er lítið hugaligt at verða á Viðareiði í kvøld – eins og aðrastaðir kring landið

Rættuliga nógvir vindir er í løtuni og hvirlurnar harðar.

Tekjan á fjósinum hjá Jákup bónda er rivin og eisini eru aðari skaðar – so so rivnir klædningar, brotnar garasjuhurðar og annað.

Onkur sum Norðlýsið hevur tosað við – halda at vindurin er farin at líkjast ódnini frá 1988.

Viðareiðisvegurin varð stongdur tíðliga í dag og einki EL hevur verið síðan fimm tíðina seinrapartin.

Hjá SEV verður sagt at linjurnar norðureftir eru so illa klækaðar at einki gerst fyrr enn tað lýsir í morgin.

Tí hava viðingar í løtuni bryja seg at klára kvøldið og náttina við ongu streymi.

Sum Norðlýsið skilir hava bygdafólk hjálpt til har skaðar hava verið men vindurin er so nógvur í hvirlunum at tað er beinleiðis hættisligt at verða uttandurða.