Tað er bølamyrkt í Norðoyatunnlinum og í løtuni verður umhugsað at steingja tunnilin
Frá skrivstovuni hjá Norðoyatunnlinum hava vit fingið at vita at umhugsað verður at steingja tunnilin til alt er komið upp at koyra aftur.
Men í løtuni er koyrandi gjøgnum tunnilin hóast útsúgvingin og ljósskipanin ikki rigga.
Tað kennist ikki sørt óhugnaligt at koyra ígjøgnum langa og myrka tunnilin.




