Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tjóðveldi umsitur Fiskivinnumál – og Heini verður landsstýrismaður

John William Joensen

– Vit hava fingið fiskivinnumál at umsita og eg ætli mær ikki at víkja av vegnum fyri nøkrum, sigur Heini O. Heinesen, sum eisini váttar at Fiskidagabankin verður av ongum

Tingið kom saman í morgun og løgmaður boðaði frá at Javnaðarflokkurin, Tjóveldi og Miðflokkurin vóru samdir í at skipa samgongu.

Á fyrsta tingfundinum blevi Hergeir Nielsen valdur til løgtingsformann.

Eingin fiskidagabanki
Heini O. Heinesen sigur at nú tað er avgjørt at Tjóðveldi skal hava fiskivinnumál er eingin ivi um at hann verður nýggjur Fiskimálaráðharri.

– Eg ætli mær ikki at fara av vegnum fyri nøkrum – tí eg haldi at mínar drúgvu royndir innan fiskivinnupolitikk vísa á at eg náttúrliga eigi sessin.

– Eg havi eisini sagt at eg fari ikki at stuðla nøkrum, sum kemur at skapa órógv í vinnuni og tí verður eingin fiskidagabanki undir hesari samgonguni.

– Fiskiloyvini eru uppsøgd fram til 2018 og til tað tíð megna vit nokk at finna eina ella aðra skipan.

– Tað er umráðandi at skapa tryggar karmar kring vinnuna og eg eri púra sannførdur um at ein fiskidagabanki kemur at gera alt nógv verri.

– Eg eri glaður fyri at sjálvstýrissamgongan ikki kom uppá beinini, tí eg havi sera ringar royndir av Fólkaflokkinum.

– Tað er sera gott at teir nú eru settir uttan fyri alla ávirkan á framtíðar fiskivinnupolitikkin.

Harleyfacadeacryl