Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Perla ongan tjans

John William Joensen

Enn ein hara slapp undan – ikki bara skotum, men hundi.
Í morgun sá eg eina stuttliga sjón, skrivar Jógvan E. Ósá

Sat frammanfyri vindeyga – Undir Kráarbrekku – tá ið eg sá eina haru koma rennandi norðan fyri Sambýli á Heygum – niðan á vegin.

Og hvør møtti henni har??

Jú, hundurin hjá búðfólkunum á Sambýlinum, Perla.

Og tað var ikki at siga. Perla legði eftir haruni.

Men Perla hevði ongan tjans.

Sum tað stendur í sanginum hjá Regin Paturson, "stutt framman, long aftan, sum tú rennur sigur mamman".

Haran kleyvaði avstað – og Perla aftaná, men hundurin hevði ongan tjans – haran rann nógv skjótari – og haran slapp aftur hesaferð við lívinum.

Tað verður sagt, at tað er farligt at liva. Man kann doyggja av tí.

Tíbetur eru nakrir skapningar gjørdir soleiðis, at teir kunnu sleppa undan vanda.

Ein av hesum skapningum, er henda fitta hara.

Og Perla kom aftur til húsa "sum ein flongdur hundur".

Vónandi heldur haran nú til í Ravnagili og hevur funnið útav, at tað er farligt at nærkast búðfólkunum á Heygum. Tey hava kanska ikki byrsu – men nakað ið er minnst líka farligt.

Tey hava hund.