Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Manshondbóltur, 1. deild: VÍF – Team Klaksvík 24-25: Team Klaksvík tepran sigur á VÍF í Vestmanna

Norðlýsið ÍTROTTUR

Við einum 25-24 sigri í høllini í Vestmanna bardi Team Klaksvík seg uppaftur á næst ovasta plássið á stigatalvuni í 1. deild, sum gevur dystir um uppflyting í Atlantic Airways deildina.

Team Klaksvík hevði framman undan hesum dystinum sunnudagin í Vestmanna tapt tveir teir seinastu dystirnar báðar við einum máli.

Tí mundi tað smakka klaksvíkingum væl, at hepnið hesa ferð var í parti við teimum, soleiðis at tað nú var tørn hjá Team Klaksvík at VINNA við einum máli.

Sigurin var eisini týdningarmikil í oddastríðnum í 1. deild, har Team Klaksvík er í harðari kapping við StÍF um annaðplássið, sum gevur uppflytingardyst.

Fyri StÍF og hini liðini í 1. deild er spurningurin um uppflyting óaktuellur, tí burtursæð frá Team Klaksvík so hava øll liðini í hesi deildini eisini eitt fyrstalið, sum leikar í Atlantic Airways deildini.

Sambært kappingarskránni á heimasíðuni hjá Hondbóltssambandinum er næsti dystur hjá Team Klaksvík sunnudagin tann 17. februar 2008 í Badmintonhøllini.

Eftir tað eru hesir dystir afturat í inniverandi kapping:

24/2: Team Klaksvík – Kyndil (enn einaferð)
27/2: StÍF – Team Klaksvík
2/3:   Neistin – Team Klaksvík
9/3:   Team Klaksvík – VÍF
15/3: Kyndil – Team Klaksvík

Støðan á stigatalvuni í 1. deild er í løtuni henda:

1) H71          12 dystir   +113 mál   22 stig
2) Team Kl.   13 dystir   +  19 mál   16 stig
3) StÍF          13 dystir   +    5 mál   15 stig
4) Neistin      14 dystir   –   84 mál   11 stig
5) VÍF           14 dystir    –   22 mál     8 stig
6) Kyndil       14 dystir    –   31 mál     8 stig