Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Evangelisk møtirød í Klaksvík

John William Joensen

Vikuskifti 8-10 feb verdur eitt stórt evangeliskt átak í Klaksvík.

Byrja verdur í Betesda fríggjakvøldid kl 20:00, Har sangbólkurin VITIN luttekur.

VITIN, Har Torkil Mørkøre er musikalskur leidari, er kendur um alt landi vid sínum framúrskarandi lætta sangi og gledi og hava teir glett túsundtals Føroyngar vid sínum sterku tekstum sum vera sungnir vid hjartaskerandi løgum.

Poul Færø og Jákup Hansen tala.

Leygarkvøldid kl. 20:00, verdur fari nidan í nýggju Batmintonhøllinia har Jógvan Mortensen & Co luttaka.

Jógvan Mortensen er ein sannur pionerur taid vit hugsa sang og hann og ardir hava nú manna nýggjan bólk sum longu hevur sett síni spor runt um í Føroyum. Kristina Bærentsen sum er kend um alt landi, bædi í samkomum og í festivalhøpi, fyri sína ómetaligu rødd er gestasangari hetta kvøldi.

Poul Færø og Rógvi Joensen tala. Aftaná verdur kaffi at fáa.

Møtidrødin heldur fram sunnukvøldi kl 18:00 í Batmintonhøllini har gódar sangkreftir luttaka og Poul Færø, Levi Joensen og Rógvi Joensen tala.

Hetta kvøldi luttekur Asta Højgaard úr Klaksvík. Hon hevur bergtikid mangan møtigangaran og hevur sungi nógv á ungdómsmøtum og á stórum evangeliskum møtum runt um í Landinum.

Poul Færø er helst kendur av øllum Føroyingum sum ein talari vid sera gódum hegni at náa hjørtir og hevur virka ein mansaldur í stórtsæd hvørjum króki í Føroyum.

Vit hoyra hann eisini millum anna dagliga í Lindini.

Rógvi Joensen er eisini en talari sum hevur ferdast naka runt í Føroyum vid tí glada boskapinum.

Levi Joensen er kendur um alt landi fyri sín einfalda bodskap um Jesus.

Hann er serliga kendur millum manna fyri sjómansvirksemi í Hirtshals har hann er ein slóbrótari fyri samkomuni Malta og hevur saman vid konu sínu Gretu, virka har tey seinast 25 árini.

Jákup Hansen er serliga kendur lokalt í Klaksvík og í flestu samkomum, fyri sín ómetaliga greida bodskap og hevur serligt hegni at tulka tær heilagu skriftirnar og hevur millum anna virka nógv millum ung í Klaksvík. Hann hevur eisini virka í Onglandi og Danmark.

Stórt sæd allir luttakarnir hava sína dagligu tænastu í samkomuni Betesda í Klaksvík

Fyrireikarnir vóna at so mong sum gjørligt verda at sýggja hesi kvøldini.