Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eitt av búskaparmálum nýggju samgongunnar: Skatturin skal verða annað enn einans inntøkuskattur

John William Joensen

Á tíðindafundinum leygardagin boðaði nýggja landsstýrissamgongan frá ætlanum um at breiðka skattagrundarlagið, so tann vanligi inntøkuskatturin ikki skal bera allar byrðurnar. Sum dømi vórðu grøn brúkaragjøld nevnd.

Ein afturvendandi boðskapur á tíðindafundi nýggju samgongunnar leygardagin var, at hon ynskir, at tey, sum eru best fyri í samfelagnum, skulu bera ein størri part av skattabyrðuni, tí einans á tann hátt kunnu tey veikaru verða spard fyri at skula gjalda meira í skatti til ta vælferð, sum CHE-samgongan ynskir at seta í verk í samfelagnum.

Ognarskatt heldur
enn inntøkuskatt?
Beinleiðis orðið ognarskattur varð ongantíð havt á munnu á tíðindafundinum, men bæði Eidesgaard og Hoydal løgdu dent á, at tað er umráðandi at breiðka skattagrundarlagið út um at vera bert inntøkuskatt, og tí er ikki óhugsandi, at ognarskattur undir einum ella øðrum formi fer at koma á borðið úti í Tinganesi hesi komandi fýra árini.

Nýtslugjøld
fráboðað
Tað mest ítøkiliga tiltakið á búskapar- og skattasíðuni, sum varð nevnt á fundinum, eru grøn umhvørvisgjøld, sum nýggi varaløgmaðurin heldur verða eina gongda leið. Í hesum føri er altso ikki talan um ognarskatt, men heldur nýtsluskatt, har vørur, sum dálka umhvørvið fáa álagt eitt eyka gjald, sum skal í landskassan. Endamálið er tá tvífalt: fyri tað fyrsta at tálma  nýtsluna av dálkandi vørum og evnum og fyri tað annað at útvega aðrar inntøkur í landskassan enn bert við at hækka inntøkuskattin.

Í tí nú almannakunngjørda samgonguskjalinum ljóðar er parturin um fíggjar- og búskaparmál annars soljóðandi:

Fíggjar- og búskaparmál

Gjørdar verða yvirskipaðar broytingar í fíggjar- og búskaparpolitikkinum, sum eisini fevna um kommunala búskapin.
 
Miðað verður eftir jøvnum og haldførum vøkstri og langtíðarjavnvág í búskapinum. Lagt verður upp fyri sveiggjum, sum henda í búskapinum, bæði av innlendis og útlendis ávum.
 
Málið er at skipa ein sjálvberandi og óheftan búskap við langtíðarætlanum, sum støðugt fyrireikar samfelagið til bygnaðarligar broytingar innanhýsis og til krøv í altjóða búskapinum og á altjóða marknaðinum.
 
Til tess at røkka málinum verða hesi stig tikin: Játtanarskipan landsins verður endurskoðað, langtíðarfíggjarætlanir verða gjørdar fyri rakstur og løgur, fullfíggjað hagtalsgrundarlag verður fingið til vega, tjóðarroknskapurin verður dagførdur sambært OECD-leisti, búskapargrunnur Føroya verður stovnaður, bindandi avtalur verða árliga gjørdar ímillum land og kommunur um íløgu- og rakstrarkarm,
felags fíggjarstýring og roknskaparreglur verða skipaðar fyri land og kommunur, altjóða skulu stovnar gera regluligar dygdarmetingar av føroyska búskapinum, og funktiónirnar fyri fíggjarstýring og tænastur hjá tí almenna verða samskipaðar.
 
Skattur, avgjøld og útjavning
Skattaskipanin er ov einstáttað, og skattagrundarlagið skal breiðkast. Progressiviteturin í skattinum er fallandi orsakað av, at parturin hjá kommununum av almenna búskapinum og tænastunum økist, samstundis sum avgjaldsparturin økist í mun til skattapartin av landsins inntøkum.
 
Tí skal skattaskipanin endurskoðast við tí endamáli, at heildin í skatta- og avgjaldspolitikkinum verður meira progressiv, sjúkrakassa- og kringvarpsgjaldið verða løgd inn í skattaskipanina, kapitalvinningsskattalógin verður endurskoðað til tess at steðga óætlaðum avleiðingum, og MVG-lóggávan og trotabúgvalóggávan verða endurskoðaðar.
 
Búskapargrunnur:
Búskapargrunnur Føroya verður settur á stovn. Í grunnin fara møguligar oljuinntøkur, inntøkur av einskiljingum og aðrar serinntøkur.
 
Einskiljingar:
Einskiljingar verða framdar, um mett verður, at tær eru til gagns fyri samfelagið og vinnubygnaðin.