Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tillukku Tórbjørn við landsstýrisstólinum

Oliver Joensen

Men tað var sera hugstoytt at hoyra teg drýta í reiðrið tú hevur nýtt, ikki bert til egið gagn, men eisini til okkara.

Sjálvandi fara vit ikki at avgerða, hvønn persón, Tjóðveldi fer at seta sum fiskimálaráðharra. Tað eru vit alt ov lítlir til og eisini hava vit alt ov lítla ávirkan á tað.

Men Tórbjørn, seinast, tá tú sat sum landsstýrismaður mátti tú víkja sæti tí onkur helt at ikki alt var álítandi sum tú førdi fram.

Nú sigur tú at tú í fyrstu atløgu atkvøddi fyri at Heini O. Heinesen skuldi vera fiskimálaráðharri og tá tað ikki gekk mátti tú taka um endan.

Frá øðrum síðum nær tær hava vit fingið at vita, at tað er sera ósanlíkt at tú atkvøddi fyri Heina, so longu nú hevur tú aftur eftir mínum meti ein stóran trúverdigheidstrupulleika, og slíkum eigur tú at sleppa tær burturúr skalt tú gera tær nakra vón um at gerast ein góður landsstýrismaður.

Einaferð enn, tillukku við starvinum.

Oliver Joensen, blaðstjóri