Takk fyri góðu ynskini Oliver, sum eg havi sagt við fjølmiðlarnar ídag, so er tað ikki Norðoya Sambandsfelag, ígjøgnum Norðlýsið, John William- & Oliver Joensen, sum ger av, hvør skal umboða Tjóðveldið í landsins stjórn.
Tað avger flokkurin suverent eftir fólkaræðisligum mannagongdum. Á fundi í tingbólkinum mánamorgunin boðaði eg frá, at eg gjarna vildi taka meg aftur sum valevni, skuldi hetta verið ein bági fyri flokkin og Heina. Vit vóru tó báðir standandi sum evni til hendan ábyrgdarfulla sess.
Eg stuðlaði Heina, tað kann mín góði vinur úr Kunoy sjálvur vátta, og eg atkvøddi alment fyri honum – atkvøðugreiðslan var opin og ikki huld í mjørka sum í tykkara flokki Oliver.
At eg síðani fekk fleiri atkvøður, er bara úrslitið av einum demokratiskum vali. Rokni við, at vit báðir Heini eru somikið góðir demokratar, at vit fylgja úrslitinum av einum vali, sum hevur verið skipað eftir teimum reglugerðum flokkurin nú einaferð virkar eftir.
Harafturat eri eg rímiliga sannførdur um, at vit báðir Heini fara at skipa eitt samstarv okkara millum, sum sjálvt ikki blaðið hjá Norðoya Sambandsfelag, Norðlýsið, megnar at stinga ein merlespíkara ímillum.
Tykkara kompromitterandi partapolitisku gitingar megna valla at skaða innanhýsissamstarvið hjá tveimum monnum, sum hava verið limir í Tjóðveldisflokkinum í eina heila øld tilsamans.
tórbjørn jacobsen




