Frí. 08. feb. kl. 21:00 verður ein konsert við “Homeland”. Petsi Tvørfoss er sangarinnan í bólkinum.
Kjarnan í bólkinum "Homeland" er fyrst og fremst Sofia Hejslet, klaver og Petsi Tvørfoss, sang. Tær báðar hittust á Jysk Musikkonservatorium í 2004, har tær spældu eitt sindur saman. Seinni byrjaðu tær at skriva og komponera saman og hava gjørt tað síðani.
Í 2006 samlaðu tær fýra tónleikarar, sum saman við teimum skuldu framføra teirra tónleik. Saman hava Sofia og Petsi funnið ljóðið hjá "Homeland", ið verður lýst sum positivt pop/soul ljóð. Inspiratiónin kemur fyrst og fremst frá rytmisku bakgrundini hjá Sofiu og føroysku bakgrundini hjá Petsi.
Tey ið mannað Homeland eru: Petsi Tvørfoss: sang, Sofia Hejslet: klaver, Rasmus Friis: Trummir, Morten Brøndlund: Bas, Jesper Westergaard: Guitar og Samuel Hejslet: Saxfon, kór og cajon. Tey ganga øll á Jysk Musikkonservatorium.
"Homeland" hevur havt fleiri konsertir í Danmark og nú gleða tey seg til at koma til Føroyar at spæla, hetta verður teirra fyrsta framførsla í Føroyum.
Konsertirnar í Føroyum verða í Atlantis í Klaksvík, fríggjakvøldið 8. februar, í Losjuni í Gøtu leygarkvøldið 9. februar og í Klingruni í Norðurlandahúsinum sunnudagin 10. februar. Umframt konsertirnar, fara tey eisini at hava ein fyrilestur í Virkishúsinum í Klaksvík, um hvussu tað er at ganga á musikkonservatorium.
Atgongumerki á kr. 120,- fáast á Shell-støðini í Klaksvík og í Atlantis ½ tíma áðrenn konsertina.




