Enn ein útlendskur leikari er nú í Formulahópinum hjá KÍ. 23 ára gamli Alex Alves úr Brasilia kann spæla sum miðverjuleikari ella verjukendur miðvallari.
Tá KÍ leygarmorgunin kl. 10:30 fer á vøllin við Djúpumýru saman við NSÍ at leika sín fyrsta venjingardyst í árinum, verður ein 23 ára gamal brasiliumaður á liðnum.
Alex Alves kom fríggjadagin til royndarvenjingar hjá KÍ.
Hann er miðverjuleikari og kann eisini spæla sum verjukendur miðvallari.
Tað er Ólavur Waag Høgnesen, leikaraumboðsmaður, sum hevur skipað fyri arbeiðnum.
Í hesum sambandi hevur hann fingið góða hjálp frá Alex Trolei úr Brasilia, sum hevur leikt við B68 nú í 6 ár.
Væntandi verður greitt um fáar dagar, um KÍ fer at gera sáttmála við hendan nýggja brasiliumannin, eins og teir hava gjørt við álopsleikaran Rodrigo.




