Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Veðrið má sær ráða: KÍ-NSÍ útsettur til mánadagin

Norðlýsið ÍTROTTUR

Vegna nógvan vind við Djúpumýru noyddust KÍ og NSÍ at útseta venjingardystin teirra millum, sum varð avtalaður at verða leygarmorgunin kl. 10:30.

Hóast tað ber móti ljósari tíðum, hevur veturin ikki enn slept takinum, og veðrið er tí verri at rokna út enn um summarið.

Hesi viðurskifti gjørdu seg galdandi leygarmorgunin, tá KÍ og SÍ skuldu spæla venjingardyst við Djúpumýru.

Kvøldið fyri var veðrið kalt og stilt, men leygarmorgunin aftur nógvur vindur av lágætt, sum gjørdi, at dysturin misti meginpartin av sínum virði, sum jú fyrst og fremst er at royna ymiskar liðsamansetingar og at eygleiða avrikini hjá leikarum, serliga teimum nýggju á liðunum.

Tí varð avtalað at útseta dystin til mánadagin kl. 18:30.