Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Flogbóltur, meistaradeildin menn: Mjølnir vunnu 3-2 á Fleyr eftir spennandi klassikara

Norðlýsið ÍTROTTUR

Klassikkarin yvir aðrar í føroyskum flogbólti livdi enn einaferð upp til sítt heiti leygardagin, har Fleyr og Mjølnir bardust um hvønn bólt. Mjølnir vann og er nú á odda í kappingini.

Mjølnir-menninir komu best frá byrjan og vunnu fyrsta settið 25-18, og so var 1-0 til Mjølnir.

Næsta settið gjørdist sera javnt og spennandi, men endin var, at Fleyr var omaná við einum 25-23 sigri, og harvið høvdu havnarmenn javnað til 1-1 í settum.

Triðja settið var ein skandala, sæð frá Mjølnirs síðu, tí Fleyr vann hetta settið leikandi lætt. Úrslitið var 25-12 til heimaliðið, sum nú mundi hava sigurin í eygsjón. Í øllum førum var nú 2-1 til Fleyr.

Nú toldi Mjølnir ikki at tapa eitt sett afturat, tí so var dysturin allur taptur, men tað kundi tað sama verðið endin, tí hetta fjórða settið var líka javnt og spennandi sum tað næsta hevði verið. Munurin hesaferð var bara tann, at nú var tað Mjølnir, sum endaði omaná. Teir vunnu hetta settið 25-23 og fingu harvið javnað til 2-2.

Hetta merkti, at dysturin mátti avgerast við einum fimta setti, sum vanliga verður nevnt ein javnbrótari, og sum ikki er líka langt sum tey vanligu settini.

Javnbrótarin var eisini spennandi og javnur, men nú høvdu gestirnir úr Klaksvík aftur funnið stevið, og teir vunnu hetta settið við muninum 15-12.

Harvið var dysturin avgjørdur til fyrimunar fyri Mjølnir, sum kundu fara norðuraftur við stigunum og sum oddalið í kappingini.

Í hagtølum sær dysturin soleiðis út:

Flogbóltur, meistaradeildin menn:
Fleyr- Mjølnir 2-3 (18-25) (25-23) (25-12) (23-25) (12-15)

Hesin dysturin staðfesti, at tað er, sum Eyðstein Elttør førdi fram herfyri, at øll tey eftirverandi liðini í meistaradeildini eru sera jøvn, og hvør dystur er sum ein finala.

Støðan í meistaradeildini er nú henda (smb. www.fbf.fo):

1)  Mjølnir   9 dystir    settmunur  +7    9 stig
2)  SÍ          9 dystir    settmunur  +8    7 stig
3)  ÍF          8 dystir    settmunur  +3    6 stig
4)  Fleyr    10 dystir    settmunur -18    2 stig