Skotin John McGuinnes vann 135 mio. kr. í lotto. Nú, 11 år seinri, livur hann aftur av almannahjálp
"Hvad der kommer let går let." sigur orðatakið og tað pássar væl til skotska lottomillionærin, John McGuinnes.
Sambært bt.dk vann hann fyri 11 árum síðan tða sum svarar til 135 mió. krónur og í dag hevur hann eina skuld uppá góðar 27 mió. kr.
McGuinnes setti nevniliga 54 millióner krónir í fótbóltsfelag sítt, Livingstone, og síðani gav hann foreldrum og syskjum 20 mio. kr. og svigarforeldrunum 13,5 mio. kr.
Fyrrverandi konan fekk 9 milliónir.
Seks milliónir vóru brúktar til hús, frítíðarhús í Spanien umframt Jaguar – smykkur og frítíðarferðir.
Tíanverri gekk tað eftir reyv hjá fótbóltsfelagnum og endin va at hann noyddist at lána fyri at hjálpa fótbóltsfelagnum.
Nú noyðist gávimildi skotin at sanna at íløgurnar eru burtur og tað er munur á at vinna í lotto og so at brúka pengar rætt.
Komandi viku mugu hann og konan úr húsunum og so í A-kassan.
"Jeg var nok lidt naiv og gjorde en alvorlig fejl ved at investere i fodboldklubben. Men jeg havde kun gode hensigter med det," sigur McGuinnes við danska BT.




