Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eyðgunn forkvinna í Fíggjarnevndini

John William Joensen

Eftir drúgva telving eru Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi samd um at týdningarmiklasti formanssessurin í tinginum skal ganga uppá skift.

Sambært Olivant.fo er semja ímillum samgongu og andstøðu um nevndaarbýti og persónarnir síggja soleiðis út:

Fíggjarnevndin:
Eyðgunn Samuelsen, Javnaðarflokkurin

Landsstýrismálanevndin:
Heidi Petersen, Tjóðveldi

Uttanlandsnevndin:
Jenis av Rana, Miðflokkurin

Mentunnarnevndin:
Bill Justinussen, Miðflokkurin

Vinnunevndin:
Jóhan Dahl, Sambandsflokkurin

Trivnaðarnevnd:
Jørgen Niclasen, Fólkaflokkurin

Rættarnevndin:
Jacob Vestergaard, Fólkaflokkurin

Sostat er greitt at Heini O. Heinsen verður vanligur nevndarlimur og sum Norðlýsið skilir verður tað í Vinnunevndini.