Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

VÍF vitjar sunnudagin

(Hannefía Joensen)

Sunnudagin verður høvi at heilsa uppá nýkosnu steypavinnarnir úr Stjørnuni, tá tær á heimavølli taka móti VÌF. Dysturin verður í KÍ-høllini kl. 15:00.

Tað verða toppur og botnur sum fara á vøllin í KÍ-høllini sunnudagin. Stjørnan liggur á odda við 25 stigum, meðan VÍF er niðast við 5 stigum, 4 stig aftanfyri StÌF á næstaftasta plássi. Sjálvt um tað sær svart út hjá VÍF, so hava tær framvegis møguleika at yvirliga í bestu deildini. Tað er onki at ivast í, at tær fara at stríðast fyri sínum møguleika, og fara at geva Stjørnuni harða mótstøðu. Fyri Stjørnuna er umráðandi at vinna dystin, fyri at halda fast um fyrsta plássi. Vit vanta ein góðan og undirhaldandi dyst.