Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri: Hátíðarløta við Posthúsið

John William Joensen

Tað var sannur hátíðardámur tá 100 ára frímerki varð avdúkað sunnan fyri posthúsið í morgun

Klaksvíkin er umgyrd av høgum fjøllum. Beint útfyri liggur Kunoyarfjall sum ein verja móti Atlantshavi…. hetta er nýtt sum grundleggjandi myndaevni á frímerkinum, stendur m.a. í faldaranum, sum er útgivin ísamband við at 100 ára merki er tikið í brúk.

Hóast hátíðarløtan var kl. 11 mánamorgun var væl av fólkið komið sæman og eftir at borgarstjórin hevði flutt fram røðu og avdúkað frímerki, bjóðaði deildarleiðarin á posthúsinum til móttøku inni á posthúsinum.

—–
Røða Borgarstjórans:

Tað er mær ein stór gleði at verða við til hesa hátíðarløtu og at fáa høvi til at avdúka hetta nýggja frímerkið, sum er ein serlig útgáva í sambandi við, at tað í ár eru 100 ár síðan, at Klaksvíkar Kommuna gjørdist tann sjálvstøðug kommuna, sum hon í dag er.

Ikki tí – búsetingarnar her á staðnum eru nógv eldri enn so.
Tann fyrsta búsetingin í Klaksvík røkkur heilt aftur í víkingatíðina, men tað var ikki fyrr enn í 20. øld, at býlingarnir veruliga vuksu saman til ein nýmótans føroyskan bý, sum gjørdist ein mentanarligur og vinnuligur miðdepil í Norðuroyggjum og Føroyum sum heild.

Klaksvík, sum síðan 1873 hevði verið í kommunufelagsskapi við restini av Norðuroyggjum, gjørdist sjálvstøðug kommuna í 1908.

Tí er tað sera hóskandi, at serstakt frímerki verður givið út júst í ár, og eg vil vegna kommununa takka Posthúsinum, Postverki Føroya og Svanbjørg Manai, leiðara av Frímerkjadeildini, fyri fyri hetta tiltakið, sum er gjørt í góðum samstarvi við Dáva Winther, mentanardeildarleiðara hjá Klaksvíkar Kommunu.

Takk fyri tað.

Hetta er ein væl hóskandi háttur at seta skjøtil á Torradagarnar, sum verða alla hesa vikuna, við nógvum ymiskum tiltøkum frá og við í dag, mánadag, til og við sunnudegnum.

Í kommunuhøpi er tað eisini áhugavert, at samstundis sum vit í ár hátíðarhalda, at tað eru 100 ár síðan, Klaksvíkar Kommuna gjørdist tann kommununa, sum hon í dag er, so eru vit júst í hesum árinum í samráðingum við fleiri av okkara grannakommunum um samanlegging

Henda útgáva er við til at seta Klaksvík á heimskortið saman við einum av okkara allar fremstu listafólkum, nevniliga Edwardi Fuglø, sum hóast sín unga aldur longu er vorðin kendur fyri fleiri framúrskarandi listaverk – eisini uttan fyri landoddarnar.

Edward er ein sera spennandi listamaður, sum vit uttan iva fara at síggja og hoyra meira til í framtíðini, og tað er tí sera hóskandi, at hann hevur gjørt listaverkið, sum er motivið á hesum serliga 100-ára Klaksvíks-frímerkinum.

Nú skal eg ikki siga alt ov nógv um motivið, áðrenn tað verður avdúkað, men eg kann tó siga somikið sum tað, at tað tekur støði í fortíð, nútíð og framtíð.

Vit standa nú saman við einum serstøkum frímerki, sum vit fegnast um, og sum lítur inn í framtíðina við spenningi, gleði og við tí áræði, sum skal til. Hetta sama gera vit í Klaksvík og ikki minst Postverkið! Líta við tí áræði inn í framtíðina!

Eingin kennir framtíðina, men tann, sum kanska fer at koma eina longst á hesi ferð, man fara at verða Edward Fuglø.

Hann hevur ótroyttiliga og sera hegnisliga klakt hópin av sera rámandi frímerkjum, sum bæði greiða frá okkara søgu og samtíð – og í hesum føri sera beinrakið lítur langt út í framtíðina.

Eitt beinrakið frímerki, sum kemur at vera við til at seta Klaksvík á breddan – eisinini úti í heimi.

Tillukku Edward!

Tilllukku Postverkið!

Tilllukku til okkum øll somul!

Harleyfacadeacryl