8 mars gevur føroyska songkvinnan Maria Guttesen út dreymaverk sítt, fløguna Wide Open, har Maria hevur sungið, framleitt og spælt øll ljóðføri sjálv.
Wide Open er fjóðra útgávan hjá Mariu Guttesen, og navnið sipar til at Maria við hesari fløgu letur upp tónlistaligu sál sína og vísur heiminum sína tónleikaligu mynd. Wide Open vísur dygdirnar hjá Mariu sum ein multitónlei-kari, ið spælir á at kalla øll ljóðføri. Við hesu fløgu er hon farin af-tur til tað upprunaliga, og hevur sjálv spælt øll ljóðføri inn, einans ein teknikari hevur hjálpt vid at trýsta á upptøkuknappin.
Gjøgnum ár og dag hevur Maria Guttesen havt fleiri bólkar og arbeitt saman við nógvum dugnaligun tónleikarum. Dreymurin hjá Mariu hevur tó altíð verið ein útgáva, har hon kundi brúka seg sjálvan 100 % og deila tad vid heimin. Eftir drúgvar royndir við ymsum tónleikaverkum, tónleikaundirvísing og sum tónlei-kacoach var tíðin komin at fara inn í tað innasta og leita fram tað ljóðið, ið er The Sound of Maria. – “Nústani var eg til reiðar at taka við avbjóðingini og gera tað, ið eg kendi eg skuldi,” sigur Maria Guttesen. hon sigur eisini, at tað at fara í gongd við at leggja til rættis, syngja og spæla alt sjálv á útgávuni var sum at gerast barn aftur. Leikurnar hava verið ljóðføri, ið nærum kunnu siga egnar søgur: ein gittari, ið er kjeyptur í genbrug í Árhus, egyptaratrumma, sum varð keypt á einum túri í Sharm El-Sheik, ein Høfnerbas, sum Maria fann á ruskstødini í havn. – ”Bassurin hevur verið ein partur av mær síðan eg sum 14 ára gomul fekk lokka leiðararn á ruskstødini til at lata meg fáa bassin heim við” sigur Maria, sum eisini spælir uppá eina bass, sum Per Christian Frost brúkti á stórum pallum í 80unum, tá hann spældi í danska bólkinum Gnags. Wide Open er innspæld, í studionum hjá sama Per ChristianFrost í Risskov við Árhus. Men hvørki Frost ella Morten Eriksen í vóru teknikkarar á upptøkunum, hava blanda seg uppí innspælin-garnar, Maria hevur gjørt alt sjálv. Men av og á nevndi Morten Eriksen at soleidis hevdi hann ikki sjálvir gjørt, “men eg síggji og hoyri at tad riggar, segdi hann bilsin” greidir Maria frá. Og tað var júst tað, ið var ætlanin hjá Mariu: ”At gera eina fløgu, sum eri eg 100 prosent, sum vísur meg sum tónleikarar, komponist og songkvinnu. Hetta er ein fløga har eg eri farin so langt inn í tónlistaligu sál mína sum ongantíð áður,” sigur Maria Guttesen.
Maria Guttesen hevur staðið fyri øllum tí tónlistarliga sjálv, men tað er Lene Drachmann, ið eigur øll orðini á fløguni. – ”Eg leggi ikki so nógv í at greiða frá yrkingun “men at fortelja og tulka yrkjingar ígjøgnun tónleikin er ein fragd fyri meg” sigur Maria. Men flestu munnu hoyra, at løgini eru um kærleika, stóran kærleika og sterkar kenslur, um gleði og pínu, um hugin at skapa og tað forvitni, ið er ein partur av lívinum.”Eg vóni at lurtarin kennur, at Wide Open er ein glað og positiv fløga, hóast hon er merkt av álvarsligu tulkingum og arrengementum mínum,” letur í einari flennandi Mariu Guttesen, ið gleðir seg til at lata umheimin inn í tónleikaunivers sítt við fløguni Wide Open.
Info og kontakt:
presse@mariaguttesen.dk
Plátufelag:
Tutl Records, info@tutl.com, www.tutl.com
Hygg eisini á:
www.mariaguttesen.dk og www.myspace.com/mariaguttesensolo




