Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hugsunardagsguðstænastur

(Hannefía Joensen)

Hugsanardagur er tann 22. februar. Dagurin verður hildin av skótum kring allan heimin til minnis um hjúnini Baden- Powell, ið bæði høvdu føðingardag tann 22. februar.

Á enskum verður hesin dagurin nevndur ”Thinkingday” ella ”World friendship day”, tí á hesum degi hugsa vit um skótavinir okkara kring allan heim.

Eisini ber til at senda skótum og øðrum eitt ”Hugsanardagskort” við eini skóta heilsan í hesum sambandi.

Í samband við at hugsnardagurin, so verða skótaguðstænastur og skótasamkomur kring landið á hesum støðum:

Havnar kirkju, fríggjakvøldið tann 22. februar klokkan 19:00, við Hanus Simonsen presti.

Christianskirkjuni Klaksvík, Fríggjakvøldið tann 22. februar klokkan 19:00, við Magnus B. Jørgensen presti.

Glyvra kirkju, fríggjakvøldið tann 22. februar klokkan 19:00, við Meinhard Bjartalíð presti.

Kvívíkar kirkju, fríggjakvøldið tann 22. februar klokkan 19:00, við Theodor Olsen presti.

Vanliga plagar talvan at ganga, til Skótahjálpina.

Foreldur og gamlir skótar eru eisini vælkomin við. Í ár eru 10 ár síðani fyrstu skótalegu á Brownsea Island.