Sunnudagin fáa Stjørnukvinnurnar vitjan av VB, sum kappast við Neistan um at skula møta Stjørnuni í finaluni um fm-heitið.
Teoretiskt kann Stjørnan missa møguleikan at koma í fm-finaluna, men tað trúgva vit ikki uppá.
VB fekk eina heldur slaka byrjan uppá kappingina, men seinastu dystirnar hevur gingið betur hjá teimum, soleiðis at tær hava tikið annað plássið frá Neistanum, og sostatt hava allar møguleikar til at verða annað liðiði fm-finaluni.
Tað er tí ógvuliga umráðandi hjá VB at fáa eitt gott úrslit móti Stjørnuni sunnudagin. Men tað er onki at ivast í, at tað verður eitt topp motiverað Stjørnunlið sum fer á vøllin sunnudagin, sum vil vísa, at tær kunnu meir, enn tær vístu í dystinum móti VÍF.
Dystirnir millum Stjørnuna VB eru mangan javnir og spennandi, og vanta vit, at dysturin sunnudagin verður onki undantak í so máta. Dysturin byrjar kl. 15:00. KOYR Á STJØRNAN.




