Sagt verður úr Klaksvík, at Torradagarnir hava verið væl vitjaðir.
Heilir skúlaflokkar aðrastaðni frá hava verið og vitja á Posthúsinum, fyri at síggja heimsins størsta frímerki og annars áhugaverdu framsýningina har.
Morgunblaðið í Íslandi hevur umrøtt stóra frímerkið í Klaksvík, sum varð avdúkað av borgarstjóranum í Klaksvík í byrjanini av Torravikuni – Hetta eisini sum liður í at kommunan fyllur 100 ár.
Eisini verður bloggað í Íslandi um hetta sama og um hvussu vakurt er í Klaksvík. Hetta byggja tey eisini á tað skoðsmál, sum National Geographic gevur Føroyum.
Sum skilst hava heili ferðaløg frá stovnum úr Tórshavn, sett stóran part av degnum av til at vitja tey ymisku Torratiltøkini. Tey hava eisini heitt á matstovu í Klaksvík um at borðreiða við Torramati, fyri síðani at enda dagin við væl umtøkta einrøðuleikinum, Sjóvevur um Ain Cederblom. Ein at rættunum í Torramatarskránni er serliga hagreiddar lippur.
Annars er hópin á skánni í dag hósdag:
Jóhannis Danielsen fer at greiða frá um magakanningar í havhesti og drunnhvíta, sum bera á tað borið, at heimsins reinasta hav kanska ikki er so reint – Hetta er á Bókasavninum í kvøld kl 19.30.
Samstundis fer Óli Olsen at greiða frá í Virkishúsinum hvussu til ber at sigla eftir stjørnum.
Ein spennandi violin- og klaverkonsert verður í Christinaskirkjuni í kvøld kl. 21.00, har tveir ungir sera dugnaligir leikarar frá Kópavogi úr Íslandi; Páll Palomares og Hákun Bjarnason spæla.
Torraskráin fyri alla vikuna
TRÝST HER




