Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Minningarorð: Klaksvíkar Býráð mist ein hollan stuðul

John William Joensen

Seinnapartin týsdagin tann 12. februar legðist tøgn yvir allan býin. Torleif Sigurðsson var ikki ímillum okkara longur.

Hetta kom sum ein skelkur og kendist óveruligt, tí fríggjadagin sótu vit saman á fundi í Havn við Landsverk um átrokandi mál, og mánadagin skiftu vit orð saman uttan at gruna, at hetta bleiv seinasta samrøða okkara millum.

Torleif var ein klettur í  Klaksvíkar Býráð. Hann var siðiligur, reinmeintur, álvarsamur og skemtingarsamur, vildi altíð finna loysnir, og tað var vekt í orðum hansara. Hann segði ikki meir enn neyðugt og var ómetaliga góður at samstarva við.

Vit kendu okkum so tryggan við Torleifi, og hann var hollur í ráðum.

Hann hevur verið í  býráðnum síðan 1992, og tað er ongin, sum ivast í, at hansara hjartamál var at arbeiða fyri  góðum karmum hjá høvuðsvinnu okkara. Gekk høgt upp í Ídnaðarhavnina í Ánum, sum hann nú gleddist ómetaliga um at síggja tað stóra virksemið, sum longu er har. Torleif sat eisini í fleiri øðrum býráðsnevndum, hann var formaður í Havnanevndini og varaborgarstjóri frá 2001 til 2005.

Vit fara at sakna Torleif nógv í býráðnum, men saknurin verður størstur hjá Elsu Mariu, døtrum, versynum og abbabørnum, sum hann var so góður við. Má Harrin troysta tykkum í stóru sorg tykkara.

Vit minnast Torleif Sigurðsson við stórum takksemi og virðing.

Vegna Klaksvíkar Býráð

Steinbjørn O. Jacobsen
borgarstjóri