Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Torradagar – ein kærkomin ljósglotti

John William Joensen

Hetta er aðru ferð, at Torradagar verða fyriskipaðir í Klaksvík, so at siga at hendan mentanarvikan í februar hevur nakra serliga søgu skulu vit ikki.

Og tó, aftanfyri eitthvørt hugskot liggur mangan ein søga, og tað ger tað eisini í hesum føri.

Vit hava í rúma tíð havt Norðoyastevnuna, sum einamalla verðsliga átaki. Men fyri nøkrum árum síðani tóku góðar kreftir seg saman um ein Summarfestival í Klaksvík.

Og stutt eftir varð eisini skipað fyri einum Sjómannadegi. Bæði hesi tiltøkini hava fingið sera góða, ja, framúr góða undirtøku ímillum fólkið, ið her býr.

Einki er at taka seg aftur í, at Norðoyatunnilin settið eyka ferð á samfelagsbroytingarnar í Klaksvík og dagliga vitjanin av fremmandafólki vaks munandi. Tí varð hildið, at hendan tíðin, frá nýggjárinum og til Norðoyastevnu væl kundi borið eina viku við fyrst og fremst mentanarligum átøkum, og tað var hetta sum fangaði.

Ásannað var, at vit høvdu hópin av mentanarligum potentiali í býnum, og tí var hildið at vera rætt, at øll hesi kundu verið gjørd sjónligari við sameindum kreftum í eini “Torraviku”.

Tað var ikki fyri at herma eftir íslendska “Torrablótinum”, at farið var ígongd. Satt at siga var torrin als ikki í huganum tá tiltakið bleiv fyriskipað.
Einasta sum menn vóru samdir um var, at afturat tiltøkum í Klaksvík annars, so høvdu vit brúk fyri eini viku, har fokus varð sett á mentan, og at hendan vikan skuldi liggja júst um hesa tíðina.

Hildið varð, at orðið mentanarvika var eitt sindur slitið og kanska ov bundisligt og tí var farið undir at finna navn fyri mentanarvikuna, sum ikki bant so nógv sum “mentanarvika”.

Dávur Winther, skrivari hjá mentanarnevndini kom við hugskotinum um navnið Torradagar, og tað varð góðtikið við tað sama, tí hildið var at hetta beindi tankarnar hjá fiskafólki inn á fisk og hóskaði sera væl til eina mentanarviku í fiskivinnuhøvuðsstaðnum í Føroyum.

Higartil hevur tiltakið fingið góða undirtøku og tiltøkini, sum hava verið fyriskipað hava fingið ymiskliga undirtøku frá áhoyrarum, tó so, nógv fólk hava verið til fleiri av átøkunum og harafturat hava Torradagarnir drigið nógv fremmandafólk hendanvegin longu nú mikudagur er í skrivandi stund.

Skráin fyri vikuskiftið er sera fjølbroytt, og vit vænta nógv fólk til Klaksvíkar um vikuskiftið. Tað er onki at ivast í, at Torradagarnir eru komnir fyri at vera og at hetta verður eitt afturvendandi tiltak saman við Norðoyastevnu, Summarfestivali og Sjómannadegi.

Ikki skal gloymast, at tað er Klaksvíkar Kommuna, sum hevur skapt veruligu karmarnar fyri Torradøgunum, og tað eru vit borgarar sera stoltir av.

Norðlýsið