Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Team Klaksvík – H71 24-27 (13-13): Beinur skoraði 11 mál móti oddaliðnum H71

Norðlýsið ÍTROTTUR

Ungi og evnaríki leikarin hjá Team Klaksvik, Beinur Heðinsson, gjørdi heili 11 mál sunnudagin í javna og spennandi oddadystinum móti H71, sum kortini vann dystin tepurt.

Tað tekur tíð at byggja upp eitt heilt felag, men spírarnir eru longu byrjaðir at næla í Team Klaksvík, hóast hetta hondbóltsfelagið er lítið meira enn ársgamalt.

Ein av talentum felagsins, Beinur Heðinsson, gjørdi rættiliga um seg í oddadystinum sunnudagin í Badmintonhøllini.

Tað eydnaðist tó ikki 1. deild at vinna oddabrakið í badmintonhøllini sunnudagin.

Dysturin var javnur og spennandi allan vegin og til tíðir nakað harðligur sum ein kann vænta av einum toppdysti.

Beinur Heðinson var við aftur eftir enda leikbann og hann skoraði ikki minni enn 11 mál.

Sambært heimasíðu felagsins, www. team-klaksvik.com, var trupulleikin í hesum dystinum, at leikarar, sum vanliga gera 2 ella 3 mál, hendan dagin ikki megnaðu at skora.

Eitt nú gjørdu Fríðin og Gunnar onki mál, meðan Dánjal og Steffan bert fingu eitt í part. Høvdu hesir bert okkurt máli, hevði úrslitið lættliga kunna verðið eitt annað.

Leikgongdin teir seinastu minuttirnar var ikki til fyrimunar fyri Team Klaksvík:

Tá ið 6 minuttir vóru eftir at leika, brendi Team Klaksvík eitt brotskast, og ístaðin legði H71 seg framum 22-23.

Tá ið 4 minuttir vóru eftir, var Steffan óheppin at raka innaru síðu av stongini, uttan at bólturin fór í mál, og í tí eftirfylgjandi mótálopinum skoraði H71 til 24-22.

Eftir hetta royndi heimaliðið at fara út og dekka, men ov seint var til at heinta H71-leiðsluna innaftur.

Samanumtikið heldur heimasíðan hjá Team Klaksvík, at munurin sunnudagin var, at málmaðurin hjá H71 tók alt í teimum avgerandi minuttunum.

Team Klaksvík var soleiðis mannað hendan dystin:

Leikari/mál:
Bent/0 – Willy/0 – Fríðin/0 – Mathias/0 – Steffan/1 – Beinur/11 – Dánjal/1 – Niclas/4 – Jón/7- Rógvi/0 – Gunnar/0 – Heri/0.

Ósigurin kom sjálvandi ikki væl við, men eftir dystin frættist úr Havn, at harðasti kappingarneytin hjá Team Klaksvík um annaðplássið, StÍF, hevði tapt móti Kyndli, og sostatt varðveitti Team Klaksvík annaðplássið.

Mikukvøldið verður tann higartil mest avgerandi dysturin hjá Team Klaksvík, tí tá skulu teir út á Skála at leika móti júst StÍF.