Í seinasta Norðlýsinum ger Hans Arni sína støðu upp og greiðir frá, hví hann eftir trý ár sum formaður í Ferðslunevndini, hevur kastað handklæði í ringin.
Greinin hjá Hans Arna avdúkar, soleiðis sum eg lesi hana, eina ávísa frustratión yvir, at kommunala umsitingin arbeiðir (alt) ov seint, og at orsøkin til hetta er politiska skipanin, sum ikki virkar nóg væl.
Útyvir hetta, kemur Hans Arni eisini við eini brandskolu omanyvir arbeiðið í býráðinum, tá hann førir fram, at ‘Tað er snøgt sagt einki skil á rakstrinum av kommununi’. Og hann leggur afturat, at ‘Tað er eisini ógvuliga umráðandi, at vit ikki hava fleiri leiðara enn neyðugt’ og at ‘Mannagongdir er nakað, sum vit ikki kenna til í býráðsarbeiðinum’.
Var eg upphavsmaður til slíkar ákærur, hevði eg lopið Norðlýsið um og farið beinleiðis til tað kommunala eftirlitið.
Í endanum á greinini smekkar Hans Arni sín endaliga trumf á borðið, og endurgevur Peter Kordt fyri m.a. at siga: ‘Og jeg er af den opfattelse, at tingene går alt for langsomt..’
Spurningurin er, um endurgevingin er tikin úr einum samanhangi?!
Snýr úttalilsið hjá Peter Kordt seg í veruleikanum um eina ávísa verkætlan, har hann var ósamdur við umsitingina um, hvussu skjótt hon skuldi gjøgnumførast, ella skal tað skiljast sum ein generellur krittikur av einum seinum arbeiðslagi í umsitingini?
Tað kundi Hans Arni kanska greitt eitt sindur nærri frá.
Almennar umsitingar
Vit vita eftirhondini, at almennar umsitingar ikki kunnu arbeiða eins skjótt og privatar umsitingar.
Meðan privata skipanin er topp- og marknaðarstýrd, er almenna skipanin fólkaræðisliga og samfelagsliga stýrd.
Fólkaræðið er sum kunnugt dýrt reka og tekur langa tíð, men er hóast tað, tann besti stýriformurin.
Sæð í hesum høpi kunnu vit spyrja, um kommunala umsitingin hjá Klaksvíkar kommunu er ‘serliga’ sein. Er Klaksvíkar kommuna serliga illani rikin í mun til aðrar kommunur. Gongur tað munandi seinni hjá okkum enn hjá øðrum?
Spurningurin er, um okkara umsiting skal metast í mun til aðrar kommunur, ella í mun til, hvat Hans Arni persónliga meinar.
Kanska Hans Arni kundi útgreinað hetta nærri.
Hví devaluera virði á atkvøðunum?
Eg undrist eitt sindur yvir mátan, sum Hans Arni handfer hetta málið.
So seint sum á býráðsfundi seinasta heyst legði Hans Arni uppskot fram um at velja ein lim afturat í ferðslunevndina. Tað tók eg sum eitt positivt signal um virksemið í nevndini.
Herfyri legði Hans Arni so frá sær, og hevur síðani almannakunngjørt sína avgerð við einum lemjandi krittiki av politisku leiðsluni og umsitingini í býráðinum.
Um støðan veruliga er, sum Hans Arni vil vera við, so undrar tað meg, hví hann sum fólkavaldur býráðslimur velur at minka um virðið á sínum atkvøðum við at frásiga sær ta beinleiðis ávirkan, hann hevði sum formaður í Ferðslunevndini, heldur enn aktivt at brúka ávirkanina.
Eg skilji heldur ikki, hví Hans Arni hevur bíðað í heili trý ár undir slíkum umstøðum, áðrenn hann kastar handklæði í ringin.
Hóttanir?!
Hans Arni samanber kommununa við eina privata fyritøku og sigur, at um ein fyritøka varð stýrd á sama hátt sum kommunan, so var hon fyri langari tíð síðani farin á heysin.
Samstundis skrivar hann, at ‘upp til fleiri ferðir havi eg hótt við at sagt meg úr nevndini, men einki hjálpti’.
Hvat er hetta fyri ein leiðsluformur? Hevði nøkur privat fyritøka yvirlivað við leiðarum, sum hótta við at leggja frá sær?
Í míni verð er ein formaður í eini nevnd savningin í nevndararbeiðinum. Tann, sum leiðir og fyriskipar (og kanska inspirerar?). Tann, sum nevndarlimirnir hava álit á, og tann, sum tryggjar tað góða samstarvið við umsitingina og á tann hátt megnar at fáa málini smidliga ígjøgnum.
Frásiga ávirkan?
Eftir mínum tykki hevur Hans Arni ein forkláringstrupulleika.
Hann kann ikki bæði ‘hótta’ við at leggja frá sær í ferðslunevndini og vilja økja talið av limum, fyri síðani at leggja frá sær.
Hann kann heldur ikki, við tí ábyrgd hann er valdur at umsita í Ferðslunevndini, koma við einum so lemjandi krittiki í somu løtu, sum hann velur at frásiga sær júst ta ábyrgd, hann kundi brúkt til beinleiðis at ávirka støðuna.
Yvirhøvur havi eg ringt við at skilja, at valdir býráðslimir velja at devaluvera krossarnar hjá veljarum sínum, við at frásiga sær ávirkan, heldur enn at fara eftir beinleiðis ávirkan í konstruktivum samstarvi í býráðinum og við umsitingina.
Eg loyvi mær at ivast í, hvat er realitetur, og hvat er frustratión í greinini hjá Hans Arna.
Vinarliga
Rani Nolsøe
býráðslimur




