Næst størsti bankin í Danmark, Nordea, ávarar nú viðskiftafólk ímóti at seta pening í virksemið í Íslandi og mælir samstundis til at viðskiftafólk sleppa sær burtur úr øðrum virksemið í Íslandi.
Sambært www.Borsen.dk sigur bankin at hann ikki longur eingur aktiv í Íslandi og bankin mælir samstundis viðskiftafólkunu um at sleppa sær úr virksemi í Íslandi.
– Vit vænta at íslendska krónan fer at falla meira og samanumtikið hava vit sera lítla trúgv uppá at støðan í Íslendska búskapinum fer at batna, sigur Henrik Drusebjerg, sum er strategur í Nordea.
Tann íslendska krónan er sera sárbær í løtuni, og tað skyldast fyrst og fremst vánaliga likviditetinum í Íslendska búskapinum og eitt stórt undirskot á gjaldsjavnaðinum.




