Sambært www.hsf.fo vann StÍF 33-19 á Team Klaksvík mikukvøldið í Ítróttarhøllini á Skála, og strandingar liggja nú aftur næstovast í 1. deild.
Tað bleiv til ein rættiliga sannførandi sigur til 1. deildarliðið av Strondum mikukvøldið, tá ið Team Klaksvík var á vitjan.
Hetta er sjálvandi eitt vónbrot fyri Team Klaksvík, men tó skal sigast, at allar súðir ikki eru syftar enn, tí hóast StÍF nú liggur betur fyri á stigatalvuni enn Team Klaksvík, so er munurin sera lítil, og írestandi dystirnir hjá strandingum eru torførari enn hjá klaksvíkingum – í øllum førum á pappírinum.
Støðan í 1. deild:
1) H71 16 dystir +135 mál 28 stig
2) StÍF 16 dystir + 14 mál 18 stig
3) Team 17 dystir – 2 mál 18 stig
4) VÍF 17 dystir – 3 mál 14 stig
5) Neistin 17 dystir –102 mál 12 stig
6) Kyndil 17 dystir – 42 mál 10 stig
Sostatt er greitt, at StÍF nú hevur spælt ein dyst færri enn Team Klaksvík, men hinvegin er hesin dysturin ímóti sjálvum oddaliðnum, sum tí helst skuldi vunnið dystin.
Írestandi dystirnir hjá hesum báðum liðunum eru:
StÍF hevur:
VÍF heima 2. mars,
H71 úti 9. mars,
Neistan heima 15. mars og
H71 heima 17. mars.
Team Klaksvík hevur:
Neistan úti 2. mars,
VÍF heima 9. mars og
Kyndil úti 15 mars.
Spenningurin um møguliga uppflytingardystin hjá Team Klaksvík er sostatt varðveittur.




