“Les 2” er onnur bókin í Les-bókarøðini til framhaldsdeildina í føroyskum. Bókin er fjølbroytt tekstasavn, sum er skipað í fimm partar, hvør við sínum heiti. Tekstirnir eru bundnir saman við einum høvuðsevni. Savnið er myndprýtt við føroyskum listaverkum og fotomyndum.
Fimm partar
Fyrsti partur í bókini nevnist "Ein fuglur í míni sál" og er um tannár og broytingar. Annar partur hevur heitið "Móti víðum sandi" og er um tað at vera genta ella drongur. "Mín bringa er eitt reiður" er heitið á triðja parti og snýr seg um familjulív, kærleika og samlív. Fjórði parturin "Tú sterka lív" er um tað at vera fyri ógvusligum broytingum í lívinum og at kenna sorg, og fimti og seinasti parturin "Og tað flaggar í sólini" er um arbeiðislív bæði á sjógvi og landi.
Fleiri tekstasløg
Savnið fevnir um ymisk tekstasløg, t.d. stuttsøgur, brot úr skaldsøgum, yrkingar, skaldskap av mannamunni, leikritaskaldskap, yrkistekstir, myndir og lýsingar, sálmar og bíbliutekst. Eisini eru íslendskir og norskir tekstir í savninum.
Tekstasavnið lýkur krøvini, ið sett verða 3. undirvísingarparti í lesiætlanini.
Bókin
"Les 2 – tekstasavn til framhaldsdeild" er ritstjórnað av Lydiu Didriksen. Heðin M. Klein og Anja Pálsdóttir hava virkað sum fakligur stuðulsbólkur.
Myndaúrvalið í bókini hava Gunnar Hoydal, Jóannes Gaard og Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen lagt til rættis.
"Les 2 tekstasavn til framhaldsdeild" er 358 síður til støddar og fæst fyri 388 krónur.
Lærarabókin til "Les 2"
Skúlabókagrunnurin hevur eisini givið út "Lærarabók til "Les 2" eftir Lydiu Didriksen.
Endamálið við hesi lærarabókini er at veita íblástur og hugskot, tá ið farið verður undir at arbeiða við tekstasavninum. Roynt verður at vísa á, hvussu arbeiðast kann við einstaka tekstinum, hvørji evni verða viðgjørd, eins og víst verður á sambond ímillum tekstirnar. Talan er ikki um endaligar greiningar av tekstinum, men heldur um at vísa á eina gongda leið, tá ið farið verður undir greiningina.
Lærarabókin er skipað soleiðis, at fyrst er ein partur um ymisk hugskot, sum kunnu brúkast í sambandi við tekstagreining. Eftir tað verða hentar handbøkur nevndar, har til ber at finna tað, ið einum tørvar í sambandi við tekstaarbeiði. Eisini er ein partur um lesi- og greiningarhættir, sum lýsir ástøðið undir uppgávunum.
Jóannes Gaard hevur skrivað partin um tað at lesa myndir. Í hesum parti verður víst á, hvønn týdning grundleggjandi myndamálið hevur, eins og á tann perspektiverandi myndalesturin, ið kann geva lesaranum eina breiðari fatan av myndamáli. Gunnar Hoydal hevur skrivað um myndlistafólkini.
Í lærarabókini er 232 síður til støddar, við fleiri myndum í litum. Føroyaprent hevur staðið fyri uppseting, prenting og innbinding. Lærarabókin er prentað eftir tørvi (print on demand) og kostar 800 krónur.




