Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ferðin økist í fjølmiðlunum: Megnar Miðlavarpið at kappast við Kringvarpið

John William Joensen

Til tíðir er Rás 2 stavnin framman fyri tað alment fíggjaða Kringvarpið í tíðindagóðsku – men er tað í longdini ein vónleys kapping?

Við færri, men minst líka frægum tíðindafólkum, sum til tíðir hava gjørt betri sendingar enn ÚF, er Rás 2 til tíðir stavnin framman fyri tað alment fíggjaða Kringvarpið í tíðindagóðsku – men er tað í longdini ein vónleys kapping?

Ein skuldi ikki trúð tí, at ein privat rikin útvarpsstøð í lítlu Føroyum hevur ein smalan kjans at taka kappingina upp við ráðandi almenna útvarpið, og tað fer kanska heldur ikki at bera til í longdini – tað er ikki til at siga enn.

Men um gongdin heldur fram sum higartil, so kundi tað borið so á, at útvarpið hjá Kringvarpi Føroya missur takið sum tann einaráðandi loftmiðilin í Føroyum, tí higartil hevur Miðlavarpið hjá Rás 2 veruliga staðið seg betur, enn tey flestu mundu rokna við.

Miðvísi Múller í
Miðlavarpinum

Tey flestu mundu ikki væntað eina so munadygga kapping, tá ið Sosialurin keypti Rás 2 frá Petur Jacobsen í Søldarfirði, men higartil hevur privati tíðindarisin verið raskur og dugnaligur.

Eingin megnar nakað einsamallur, men sigast má, at stillføri stjórin á Sosialinum, Jan Múller, higartil hevur megnað miðvíst at menna Miðlavarpið saman við sínum frægum felagum í frættafyritøkuni.

Tó so – enn restar nógv í, áðrenn Miðlavarpið hevur fingið eins góðar fastatøkur á lurtarafjøldini og almenna útvarpið hevur. Har er hóast alt enn langt á mál, og tað er nú heldur ikki so løgið, tí Útvarp Føroya hevur jú í nógv áratíggju verið einasti loftmiðilin í landinum.

Standa veikari í
vikuskiftunum

Serliga eru tað í vikuskiftunum, at Miðlavarpið ikki megnar at halda støðið við tíðindaflutninginum, og óivað kemst tað av kostnaðinum. Tað krevur helst ov nógva manning og harvið eisini útreiðslur.

Her hevur Kringvarpið sjálvandi fyrimunin av at fáa fastar inntøkur av kringvarpsgjaldinum, sum bæði gevur almennu rásini fíggjarligar møgueikar at virka, men eisini ábyrgd at røkja sína almennu tíðindatænastuskyldu, vanliga nevnt “public-service”-skyldan.

Kappingin fremur
tíðinda-fjølbroytni

Hóast Kringvarpið bæði hevur og eisini røkir skyldu sína sum alment varp at bera bera breiðan tíðindaflutning, so skerst tað ikki burtur, at nýggja, privata Miðlavarpið til tíðir tekur fram viðkomandi evni, sum als ikki verða tikin fram í Kringvarpinum.

Sostatt lýkur Kringvarpið ikki altíð almennu tíðindatænastuskyldur sínar, og samstundis hevur Miðlavarpið longu prógvað sítt virði fyri at tryggja ein breiðan tíðindaflutning til tær almennu Føroyar.

Dømi um tíðindi, sum Miðlavarpið hevur lýst væl og virðiliga, er málið um Íverksetarahúsið kontra SamVit, sum als ikki hevur verið tikið upp á tungu í Kringvarpinum.

Eitt annað dømi um sama vóru Torradagarnir í Klaksvík, har Miðlavarpið tóktist at vera munin raskari at røkka út um Tórgarð eftir tíðindum um Torratiltøk.

Hesin nýggi, privat rikni loftmiðilin er ein livandi staðfesting av, at ferðin økist, og mørk verða alsamt flutt í fjølmiðlunum, men spurningin, um Miðlavarpið megnar at kappast við Kringvarpið, kann bert framtíðin svara.

Harleywoodpaint