Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Smokie til Klaksvíkar

(Erik Biskopstø)

Bólkurin við teimum mongu hittunum fer at spæla í Klaksvík í august mánaði.

Lagt er upp til eina ordans syngið-við-konsert á Vágsbøi í august mánaði. Tá fer bólkurin Smokie nevniliga at spæla á Summar Festivalinum, og bólkurin kann velja millum eina ørgrynnu av sangum, sum fólk kenna.

Livin’ Next Door To Alice, Oh Carol, Needles And Pins, Mexican Girl, Lay Back In The Arms Of Someone, I’ll Meet You At Midnight og Boulevard Of Broken Dreams eru bara nakrir av sangunum, sum vælkendi enski bólkurin kann tríva í.

Smokie hevur nógvar fjepparar í Føroyum, og fjeppararnir fáa nú møguleikan at hoyra bólkin, sum sigst verða í góðum formi, spæla á størsta pallinum í føroyska tónleika-summarinum.