Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkskappingin: Egil á Bø ætlar at vinna

Norðlýsið ÍTROTTUR

Liðformaðurin hjá EB/Str sær Klaksvíkskappingina sum eitt gott høvi hjá leikarum at hittast undir avslappaðum umstøðum – men sjálvandi ætla vit at vinna, sigur Egil.

Klaksvíkskappingin er blivin eitt árligt afturvendandi startskot til fótbóltskappingarárið, har tey bestu liðini frá árinum fyri hita upp til kappingarárið, samstundis sum dystirnir, hóast teir formliga sæð eru venjingardystir, verða spældir undir seriøsum umstøðum.

Eins og flestu av fremstu fótbóltsfeløgunum, hevur EB/Streymur eina heimasíðu, sum eftir øllum at døma verður viðlíkahildin og røkt javnan.

www.eb-streymur.fo skrivar m.a. út frá samrøðu í Rás 2, at liðformaður teirra, Egil á Bø, undan vikuskiftinum hevði góðar vónir til Klaksvíkskappingina, sum er hetta vikuskiftið.

– Venjararnir fara nokk at royna nøkur ting, men sjálvandi ætla vit at vinna har norði, segði Egil.

Liðformaðurin vísti eisini á, at EB/Streymur higartil hevur spælt tríggjar dystir, sum allir hava verið avgreiddir í ódnarveðri meiri ella minni.

– Tískil kemur Klaksvíkskappingin væl við hjá okkum.

Egil tók annars Klaksvíkskappingina fram sum eitt gott høvi hjá leikarunum, ið vanliga eru mótstøðumenn, at hittast undir meiri avslappaðum umstøðum og práta saman.
 
Annars varð prátað um hópin sum heild í ár, og Egil á Bø helt at tað sá hampiliga gott út, sum hann tók til.

– Vit hava fingið góðar spælarar, men vit hava eisini mist góðar spælarar. Samanumtikið má hópurin sigast at vera á nøkulunda sama støði sum í fjør, metir Egil á Bø.

Hann nevndi síðani Mikkjal Thomassen sum ein fullgóðan erstatning fyri Ronnie Samuelsen, og segði at hinir leikararnir, sum eru komnir aftrat, allir hava okkurt at bjóða liðnum.