Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Amerikanskt herskip burturúr stáli frá World Trade Center

John William Joensen

Brúkt eru 7,5 tons av stáli frá sorðlaðu tví-tornunum World Trade Center til at byggja herskipið “USS New York”, sum m.a. skal nýtast til “bardaga móti yvirgangi”.

“Don’t mess with Americans!” hevði verið hóskandi boðskapur á forstavninum á nýggja herskipinum “USS New York”, sum frá komandi ári verður partur av ameriska flotanum. Men har stendur nú – eins hóskandi – “Never forget”.

Til framleiðsluna av hesum 209 metra langa skipi er nevniliga nýtt 7,5 tons av stáli frá teimum báðu World Trade Center-tornunum, sum sorðlaðust 11. september 2001 eftir yvirgangin fra Al-Qaeda.

“Hetta fær so at siga øskuna at rísa av nýggjum, so tað kann fremja stórar ætlanir fyri land okkara”, sigur Bill Glenn, sum er talsmaður fyri skipsbyggjaran Northrop Grumman Shipbuilding, sambært bt.dk.

Skipið varð vígt ígjár, har fleiri túsund fólk í landslutinum Louisiana í USA, vóru til staðar. Millum teirra sum vóru til staðar, vóru mong frá næstu skyldfólkunum hjá teimum, sum mistu lívið undir yvirgangsatsóknini móti tví-tornunum.

Skiparin, sum er valdur, er sjálvandi ein veruligur new yorkari, Curtis Jones, og USS New York skal m.a. luttaka í “hernað móti yvirgangi”, sum George W. Bush hevur váttað.

nj
Kelda 180 grader