Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Politikkarin og reiðarin

John William Joensen

Bert átta dagar eftir at Kongshavnar Útgerðarfelag (har Tórbjørn Jacobsen er stjóri og nevndarlimur) hevur fingið innkalling at møta í fútarættinum – finst tingmaðurin Tórbjørn Jacobsen harðliga at Bjarna Djurholm og Fólkaflokksmonnum fyri teirra máta at umsita almennar pengar.

Løgtingsmaðurin, sum sjálvur hevur eitt felag har landskassin hevur 41 milliónir hangandi í leysum lofti, endar spurning til løgmann við hesum orðunum:

…..tí er tað við ikki sørt av spenningi, at vit bíða eftir, hvussu núverandi  oddviti landsins fer at svara hesum fyrispurningi, og hvønn leist hann krevur  av sínum undirsáttum, tá ið fløkja møguliga er komin í ímillum almenn
og privat áhugamál…..

——————–

Brot úr fyrispuriningi til Løgmann frá Tórbjørn:

Mikudagin 8. februar 2006 spyr Tórbjørn Jacobsen, løgtingslimur, løgmann um landskassin hevur rinda ferðaseðlar fyri Bjarna Djurholm tá hann var á vitjan í USA:

……Sambært fjølmiðlunum hevur landsstýrismaðurin verið í USA. Ferðast hann samsvarandi almennari ella persónligari innbjóðing ? Hava tær almennu Føroyar skipað hesa ferðina, nær byrjaðu so fyrireikingarnar, hvør var skráin, hvat var endamálið, var løgmaður, og umsiting hansara, partur av fyrireikingunum, og nær varð avgerðin tikin um, at Menningarstovan skuldi gerast ítøkiligur partur av hesi ferðini ? Er tað av tilvild ella tilætlað, at uppihaldið hjá landsstýrismanninum í Washington fellur saman við árliga bønarfundinum, sum skipaður verður kring amerikanska forsetan á hvørjum ári hesa ársins tíð ??

….. Sambært Svf skuldu landsstýrismaðurin og umboðið fyri Menningarstovuna bara síggjast í 4 tímar hesa vikuna, teir eru burtur úr Føroyum, hvat hava teir hvør sær tikist við í avlopstíðini sambært ferðaskránni, sum løgmaður væntandi leggur við sínum svari ?

….. Hvat væntar løgmaður, at tær almennu Føroyar fáa burtur úr hesi ferðini hjá Bjarna Djurholm, landsstýrismanni og fylgi ?

……Hvat kemur hendan ferðin at kosta teimum almennu Føroyum, alt íroknað ?

……Sambært samrøðu í Svf tengdi løgmaður ferðauppgerðina og endamálið við ferðini óloysiliga saman. Tá ið endamálið helst skuldi verið greitt frammanundan, og ferðaseðlarnir vælsaktans eru keyptir frammanundan, at farið verður, eigur løgmaður at greiða tingmonnum frá, hvussu hetta hongur saman, at ein eftirfylgjandi ferðauppgerð og endamálið við hesi somu ferð kunna vera alin av sama vadmali ?

Í viðmerkingunum til fyrispurningin,
skrivar Tórbjørn Jakobsen m.a. soleiðis:
……..Tað var farið at ganga sum rótasúpan kring landið, at landsstýrismaðurin hevði tikið táttin upp eftir fleiri av sínum undanmonnum í Fólkaflokkinum, og var farin alla leiðina til Washington, á stóra bønarmøtið, sum skipað verður kring amerikanska forsetan á hvørjum ári hesa ársins tíð. Sagt verður, at menn verða bodnir persónliga til hesa seansuna. Er hetta rætt, hava tær almennu Føroyar onki við hesa ferðina at gera yvirhøvur. Óført hevur verið gitt um hesi viðurskiftini, hvørt landsstýrismaðurin var farin í egnum ørindum og fyri egna rokning, ella hann onkursvegna hevði kringlað tað soleiðis, at føroyski skattaborgarin kom at borga fyri hesa stórhending, har landsstýrismaðurin slapp at eta morgunmat og biðja saman við amerikanska forsetanum og hansara trúgvu sveinum.

(Tobbi skuldsetir Útvarp Føroya fyri
ikki at hava vilja til at lýsa málið nágreiniliga)

……Ávís kyrring gjørdist tó av tíðindaflutninginum. Føroyingar hava eina merkiliga turkatrúgv á, at alt, ið Útvarpið borðreiðir við, er ævinligur sannleiki. Einaferð var tað kanska soleiðis – ein heimur í broyting hevur eisini broytt hendan sannleikan, nú spinndoktarar og politiskir sjefideologar hvønn dag buktast við at skapa menniskjanum eitt univers eftir teirra og valdsins høvdi. Og mangur mundi verða fegin um, at kringvarpsredaksjónirnar í tíðindaflutninginum (eftir samanleggingina av Útvarpinum og Sjónvarpinum) framvegis virka fullkomuliga óheftar av hvørji aðrari, tá ið Sjónvarpið fríggjakvøldið 3. februar 2006 setir eitt annað sjónarhorn á søguna um ferðina hjá landsstýrismanninum og fylgisneytum í USA.

….. Djarvur og nýstarvsettur tíðindamaður leggur í vaðið og vísir okkum, hvussu óheftur tíðindaflutningur skal gerast. Í mun til Útvarpið týskvøldið er greitt beinanvegin, at maðurin hevur kannað málið til botns. Tosar við løgmann, og hevur eftir øllum at døma tosað við Menningarstovuna um hennara leiklut í hesi ferðini. Eftir trimum sólarringum hevur málið fingið eitt ordans vambakast og stendur nú á høvdinum í mun til Útvarps-tíðindini, ið tóktust í so plantað. Óneyðugt er at siga, hvør ið urtagarðsmaðurin er, tað er eftirhondini vorðið alt ov sjónskt fyri monnum, hvussu stórur partur av politisku tíðindunum koma í, í okkara ljóðborna miðli.

….. Tað framgongur greitt úr umrøddu tíðindasending í Sjónvarpinum, at landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm, er boðin persónliga yvir til eitt bønarmøti hjá Bush forseta. Harvið skal hann gjalda gildið sjálvur. Fyri at sleppa undan hesum og fyri at legitimera, at føroyski skattaborgarin borgar fyri hesa persónligu útfluktina, roynir hann øll kynstur at fáa ferðina at líkjast eini almennari ferð. Hetta eydnast partvíst, tá ið onkur í umsitingini hevur sett seg í samband við omanfyrinevndu sendistovur og spurt, um tær hava nakað ímóti, at ein landsstýrismaður úr Føroyum støkkur inn á gólvið hesar dagarnar, hann annars er í bønarørindum í Washington. Trupulleikin er bara, at fyriskrivað er, at landsstýrismaður ikki einsamallur eigur at umboða Føroya Landsstýrið, kravið er, at í hvussu er ein embætismaður tekur lut á fundum, har tær almennu Føroyar eru annar parturin.

……Nú vóru góð ráð dýr, skuldi landsstýrismaðurin sleppa undan at gjalda fyri ferðina sjálvur. “Trýst” man so vera lagt á Menningarstovuna. Stovnur undir Vinnumálaráðnum. Onkursvegna skula teir, ið stjórna henni, greiða frá, hvussu eitt starvsfólk, í óðum verkum, verður rykt úr starvsliðnum, fyri at fáa konseptið við bønarferðini at ganga upp í eina fullkomna heild, also ein heild, sum skattaborgarin kundi skilja og sjálvandi skuldi gjalda fyri. Í somu tíðindasending varð sagt, at landsstýrismaðurin og umboðið frá Menningarstovuni bara komu at síggjast í 4 tímar tilsamans, hesa vikuna, teir vóru burturstaddir úr Føroyum. Landsstýrismaðurin valdi heldur at ferðast kring USA við einum fyrrverandi løgtings- og landsstýrismanni hjá Fólkaflokkinum, tá ið hann ikki var upphongdur av sambandinum við Bush og tað himmalska elementið.

….Bønarferðirnar hjá Fólkaflokkinum vestur um hav, sum tey flestu at sær komnu meta sum eina serliga skemtiliga show-paradu, eitt stunt fyri at tekkjast onkrum óvitandi, hava ikki skroyvað upp í samhandlinum millum Føroyar og USA, sum bara er minkaður síðani hetta láturliga fjantið, hjá oddvitum floksins, byrjaði fyri umleið 15-20 árum síðani. Ongin ivast í, at rætt er at fáa vøkstur í samhandilin við hendan stóra og ríka markna, men um tað gerst við ad-hoc ferðum sum hesari, er ivingarsamt, og bønir, saman við einum pallsettum kaffimunni frá íslendingum og dønum, í høvuðsborg Bandaríkjanna, gera tað valla einsamallar.

…. Eftirhondini ivast ongin í, at almenna síðan av hesi ferð eittans er ein skinnparada fyri at løggilda, at Bjarni Djurholm skuldi sleppa eina ókeypis ferð til USA, har hann skuldi eta og biðja saman við sínum samhugaða politiska gullkálvi – í Hvítu Húsunum. Tekniskt var neyðugt, at Menningarstovan gjørdist ein partur av hesum, partur av spunna royktáminum, ið lá yvir ferðini, haðartil Sjónvarpið setti kameralinsurnar inn á bein í málinum, og harvið fekk at kalla allan iva burtur hjá skattaborgarum landsins.

…Spennandi verður at frætta, hvat tær almennu Føroyar hava fingið burtur úr hesum, og hvat hendan ferðin hevur kostað almenna kassanum. Væntandi tekur løgmaður allar snøklarnar við, so sum ferðir, uppihald, kost, lønir o.s.fr. Í øðrum londum hava teir fyrisetingar um, hvussu mál av slíkum slagi verða handfarin, tí er tað við ikki sørt av spenningi, at vit bíða eftir, hvussu núverandi oddviti landsins fer at svara hesum fyrispurningi, og hvønn leist hann krevur av sínum undirsáttum, tá ið fløkja møguliga er komin í ímillum almenn og privat áhugamál.
kelda: www.logting.fo