Á middegi kom nýggi Næraberg á Klaksvík við 2.000 tonsum av Svartkjafti
Næraberg hevur fulla last av Svartkjafti sum er umleið 2.000 tons.
Tað eru 12 mans við skipinum og vantandi verða einir 15 mans tilsamans knýttir at skipinum.
Nýggi Næraberg er komin í flotan ístaðin fyri Atlantic Navigator.
Reiðarin, Hanus Hansen, hevur áður sagt at JFK als ikki hevur slept ætlanunum um at virka svartkjaft til mætna.




