Uppskotið hjá Fólkaflokkinum um íverksetan var til 1. viðger í Løgtinginum í dag.
Framsøgufólk fyri allar flokkar vóru sera positiv um uppskotið. Sannlíkt er, at uppskotið samtykt. Uppskot Fólkafloksins um íverksetan er ein ítøkilig ætlan, hvussu vit í Føroyum kunnu leggja størri dent á at stimbra og kveikja íverksetan. Ítøkiligt leggur uppskotið upp til, at íverksetan skal koma sum undirvísing í fólkaskúlan, og í øllum miðnámsskúlunum skal íverksetan vera ein lærugrein. Vit skulu stuðla íverksetarahúsum kring landið. Íverksetarahús sum verða sett á stovn av vinnuni og áhugaðum, har landi bert er ein stuðul. Íverksetarahús skulu skapa samband ímillum íverksetarar og verandi vinnu, og skulu eisini vera snarskivur mótvegis tí almenna. Í triðja lagi skal atgongdin til vágafúsan kapital økjast, til dømis við at almennir grunnar verða meiri váðafúsir við almennari fígging. Í fjóðra lagi, leggur uppskotið upp til, at ungir føroyingar skulu fáa skattafrádrátt fyri at spara upp til íverksetan. Orðaskiftið í tinginum í dag vísti greitt, at tað var breið undirtøka fyri hesi ítøkiligu ætlan á íverksetara økinum.
Uppskotið kann heintast her:
http://www.logting.fo/casenormal/view.gebs?menuChanged=16&type=4&caseNormal.id=159




