Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýtt bakarrí í Klaksvík

John William Joensen

Sunnudagin 9. mars kl 7:00 opnar nýtt Bakarí á Stangavegi 134 í Klaksvík.

Tíðindaskriv:

Bakarin bakar bollar..

Móttøka vid køkum og kaffi verður Sunnudagin kl. 14-16.

Tad er 33 ára gamla Vígdis Eysturdal, ið stendur á odda fyri bakarínum.

Vígdis hevur lært til bakara í Danmark, har hon eisini hevur starvast.

Tey seinastu 10. árini hevur hon havt bakarí heima í kjallaranum.

Vígdis er vælkend fyri sínar góðu køkur.

Brúðar- og føðingardagskøkur, umframt nógv onnur køkusløg teljast ímillum hennara breiða úrvæl.

Nú nýggja bakaríið letur upp, sleppa vit eisini at smakka rundstykkir, breyð og annað gott frá Vígdis.

Bakaríið hevur opið soleiðis:
Gerandisdagar:7-18
Leygardag:7-12
Sunnudag: 7-11