Hettar verður skriva til tykkum, tí tit eru mentamálaráðharri og formaður í Løgtings mentanarnevnd.
Og beinanvegin. Hettar er ikki skriva ímóti Tjóðpalli Føroyar. Bert ein heilsan, áðrenn máli fer heilt av sporinum.
Vit sóu mentamálaráðharran hyggja uppá umstøðurnar hjá Leikpalli Føroya – og tær eru avgjørt ikki góðar. Man kann næstan siga, at tað var skomm at síggja, hvussu vánaligt tað er.
Men eg vil tó líka minna á, at sjónleikur í Føroyum, er ikki bara Tjóðpallurin – hóast hann – og eigur – telur nógv.
Uttan at reypa, so haldi eg,at eg havi skil fyri hesum. Havi verði við síðan 1979 – fyrst í MáF – 15 ár í Leikpalli Føroya – og nú aftur í MáF.
Og tað er. at áhugaleikur, er púrasta burturgloymdur hesi seinastu árini.
Stuðulin hevur tey seinasti árini verið 750.ooo,- kr. Og har vísir tað seg, at hann verður standandi.
Men tær krónurnar “minka” fyri hvørt ár – tí alt verður dýrari og dýrari.
Fyri tær fáu krónur, ið vit fáa, royna vit at veita stuðul til áhugafeløgni – og hava skeið á hvørjum ári – upp til fleiri, fyri at gera okkum dugnaligari.
Seinasta vikuskifti var skipa fyri scenugrafiskeiði –um tað at smíðja og gera pall til sjónleik – á Viðareiði, har eini 15-20 fólk luttóku. Vit høvdu danskan lærara – og spyr tey íð luttóku, hvussu væleydna tað var – og hvussu nógv tey lærdu.
Í døgunum 30. apríl – 4 mei verður skipa fyri Leiklistarskúla á Føroya Fólkaháskúla, har undirvíst verður í Leiklist (15 fólk), leikstjórn (9 fólk) og At skriva til pall (7 fólk).
Sum lærarar verða tríggjar navnframir – og dugnaligir íslendara.
Men ikki tykkum at siga. Tað kostar.
Vit prioritera tað høgt, at vit gerast betur og betur – og tað er eitt fantastiskt sjálvboði arbeiði í liggur aftanfyri hvørt einasta projekt, ið áhugaleikarar skipa fyri.
Eisini “satsa” vit uppá, at vit fáa føroysk leikrit, ið er ein “mangulvøra”.
Vit ynskja ikki, at taka frá nøkrum – men bert, at vit eisini kunnu “liva” .
Eg var ein av teimum, ið arbeitti fram í móti at fáa Tjóðpall Føroya settan á stovn. Bæði sum nevndarlimur í MáF og sum nevndarlimur í Leikpalli Føroya – og nú aftur í MáF, tilsaman nú í 29 ár.
Men eg má siga sum er. Eg eri ógvuliga skuffaður.
Tí síðan Tjóðpallurin var settur á stovn, eru vit bert gjørd minni og minni. Ikki tí at tey eru ov stór – men tað verður ikki virðismett, tað arbeiði, ið áhugaleikarar gera.
Og sum ein tók til á seinasta aðalfundi hjá MáF. Ongin byrjar sína sjónleikarakarrieru á Tjóðpallinum. Tað verður byrja úti í áhugafeløgunum.
Øll, ið eru í Tjóðpallinum í dag og tey sum hava verið har – frá stjóra til leikarar – eru byrjaði í einum áhugafelagi.
Og verður áhugaleikurin ikki lív laga, doyr allur sjónelikur í Føroyum.
Og tað var væl ikki meiningin?
PS: Nær verður Leiklistarráðið manna av nýggjum?? So vítt eg veit, átti tað at verið gjørt fyri langari tíð síðan.
Klaksvík hin 10. mars 2008.
Jógvan E. Ósá.




