Ikki er so logið, at so fáar kvinnur eru í leiðarastørvum í Danmark.
Sambært kvinnur, ið hava fingið leiðarastørv í vinnulívinum, kemur tað heilt einfalt av, at kvinnurnar heldur vilja nakað annað.
Altjóða stríðsdagur kvinnunnar 8. mars er júst farin, við vanligu harmaløgum um, at færri kvinnur enn menn sita í leiðarastørvum í vinnulívinum. Men um kvinna verður spurd, sum er vorðin leiðari, so hevur tað eina nátúrliga frágreiðing: Kvinnur prioritera heilt einfalt bara ikki karieru ella yrkisleiðina so høgt sum menn. Tær seta tíð av fram um við familjuni.
Meiri enn sjey av tíggju spurdum kvinnuligum leiðarum vísa á í eini størri kanning, sum Ledernes Hovedorganisation og Handilsskúlin í Århus hava framt, at umhugsni fyri familjuni er orsøk til, at kvinnur hava so lága umboðan á stjórnarstigi, skrivar dr.dk.
Í Ledernes Hovedorganisation halda tey nú, at fyritøkur skulu syrgja fyri at sannføra kvinnur um, at tað er gott hugskot fyri tær at gerast leiðarar.
“Tá kvinnurnar sjálvar í so stóran mun vísa til umhugsni fyri familjuni, eru tekin um, at donsku fyritøkurnar eiga at vera dugnaligari at samrøða og umrøða, at leiðarastarv meiri enn so kann sameinast við familjulívið”, sigur deildarleiðari Kim Møller Laursen frá Ledernes Hovedorganisation við DR tíðindi og leggur aftuat, at tað eisini snýr seg um, at kvinnur bert skulu leggja av at hugsa so nógv um familjuna.:
“Kvinnur skulu leggja av sær vánaligu samvitskuna og royna megina í leiðarastarvinum,” sigur hann.
nj
Kelda: 180 grader




