Hóast KÍ-hópurin er broyttur nakað í mun til í fjør, so tykjast kvinnurnar at taka við har, sum tær sleptu í fjør. Í øllum førum endaði teirra fyrsti venjingardystur við einum stórsigri.
KÍ-kvinnurnar leiktu teirra fyrsta venjingardyst í vikuni ímóti, nýggja samasetta liðnum, Víkingi.
KÍ-kvinnurnar vunnu dystin lættliga 8-2, og var til tíðir sera gott spæl at síggja.
Serliga vóru tað tær ungu, sum gjørdu veruliga um seg, og kempaðu sera væl.
Hava mist
spælarar
Kvinnurnar hava mist nakað av fólki í mun til í fjør, og skulu KÍ-kvinnurnar klára seg uttan leikarar sum Vivian Bjartalíð, Paula Sjóstein, Jensa Sirdal og Mariann Joensen.
Men maður kemur í mans stað, verður mangan sagt, og soleiðis er eisini hjá KÍ-kvinnunum.
Tað eru tveir leikarar komnir úr EB/Str., sum hava valt at leika í Klaksvík í ár. Talan er um Marjun Joensen úr Leirvík og Svannu Nielsen av Eiði, men sum nú býr í Klaksvík.
Eisini eru fleiri ungir leikarar komnir við í hópin í ár, og har kann nevnast Ása K. Thomsen, sum var eitt sindur við í fjør, Vár Jenny Lydersen, Sølvá Andreasen, Sofía Purkhús eru nýggjar og so hevur Tove Sólheyg valt at spæla aftur í ár, so tað stendur væl til við fólki.
KÍ í betri
venjing
Aftur til dystin, so var tað KÍ sum var nógv tað betra liðið, og sá tað út til at tær vóru komnar longur í teirra venjingarstøðu, enn Víkingur.
Tær fluttu bóltin væl ímillum sín, og komu til nógvar kjansir, so tað gekk ikki long tíð, til bólturin lá í netinum. Tað bleiv skorað fimm ferð áðrenn hálvleik.
Í seinna hálvleiki vóru nakrar broytingar gjørdar, Rannvá, Vár Jenny, Olga F. og Malena blivu útskiftar og inn í teirra stað komu Tove Sólheyg, Sofía Purkhús, Sølvá Andreasen og Randi Wardum.
Framvegis var tað KÍ sum stýrdi dystinum, men tó kom Víkingur meira við í seinna hálvleiki, og hevði onkrar góðar mál møguleikar.
KÍ skoraði tríggjar ferðir afturat, meðan Víkingur fekk tvey mál í seinna hálvleiki.
Væntandi verður onkur dystur afturat í vikuni, men meira verður nokk at frætta um tað seinni.
KÍ – Víkingur 8 – 2 (5 – 0)
1 – 0 Marjun Joensen
2 – 0 Elsa Maria Simonsen
3 – 0 Sigrid Jacobsen
4 – 0 Ása K. Thomsen
5 – 0 Sigrid Jacobsen
6 – 0 Ragna Patawary
6 – 1 Hanna Isaksen
7 – 1 Ása K. Thomsen
8 – 1 Marjun Joensen
8 – 2 ??? Víkingur
Liðið: Olga F. Olsen (Randi S. Wardum, 46.) – Ann Olsen, Ragna Patawary, Vár Jenny Lydersen (Sølvá Andreasen, 46.), Paula Mikkelsen – Ása K. Thomsen, Malena Josephsen (Tove Sólheyg, 46.), Rannvá Andreasen (Sofía Purkhús, 46.), Marjun Joensen – Elsa Maria Simonsen, Sigrid Jacobsen.
Olga Kristina Hansen, Doris í Garði og Svanna Nielsen manglaðu í hesum dystinum. Harafturat kemur Bára eisini afturat hópinum, tá hondbólturin endar um 3 vikur.
(kelda: www.ki.fo)




