Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

European Business Game í Klaksvík

(Hannefía Joensen)

Býráðshúsið verður karmur um European Business Game endakappingina í ár.

Fríggjadagin 14. mars verður endakappingin í European Business Game. Kappingin er gjørd í samstarvi við Mentamálaráðið, Íverksetarahúsið og Tekniska Skúla í Klaksvík.

Í ár verður tiltakið hildið í býráðshøllini hjá Klaksvíkar Kommunu, har næmingarnir skulu legga sína verkætlan fram. Teir arbeiða við teimum somu fyribrigdunum sum fólk, ið fara undir at stovna egið virki. Til dømis skulu næmingarnir gera ætlan fyri virkisleiðslu, starvsfólkamenning, marknaðarførðslu, fígging, rakstrarætlan og joint venture. Eftir at framløgurnar eru lagdar fram, verður karakterur givin, og vinnarin funnin. Vinnarin fer víðari til eina altjóða kapping, sum í ár verður hildin í Bolzani, Italia.

Endakappingin byrjar kl 13.30 í býráðshøllini, har Steinbjørn O. Jacobsen setur kappingina. Endakappingin er almenn, og øll eru vælkomin.

Skráin tilskilað niðanfyri

13.30
Vælkomin

13.35

Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, setur endakappingina

13.45
Kappingin byrjar – bólkarnir hava framløgu. Hvør bólkur hevur í mesta lagi 12 minuttir til framløgu og spurningar

14.25

Dómararnir (Sigmar Jacobsen (Føroya Banki), Egon Joensen (Vinnuhúsið), og Brynhild Setberg (Eik Banki)) fara at døma framløgurnar. Áhoyrararnir verða bjóðaðir kaffi og køku.

14.50

Vinnarin verður funnin, og gávur verða handaðar

15.00
Liðugt