Ægir skipar fyri stórari sprint – svimjikapping nú leygardagin 15. mars
Hetta er ein annarleiðis kapping sum verður meiri ”show-prega” enn vanligt, Ægir hevur leiga ljóð og ljósútgerð og fingið kendan DJ at spæla musik og siga frá kappingum, eisini kann man síggja endaspurtin á finalinum á stórskýggja í ”slowmotion”.
Innleiðandi:
• Upphiting kl. 9.00
• Kapping kl. 10.15
Sum nakað heilt nýtt, skipar Ægir fyri døgverða og øðrum millum innleiðandi og finalu og hartil verða gávukekkar latnir nummar 1, 2 og 3 í hvørjari kapping (sí viðfestan PDF-fíl)
Finalur:
• Upphiting kl. 17.00
• Kapping kl. 18.15




