Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eftir 8 venjingardystir byrjar kappingarárið 2008: Stórur munur á besta og versta avriki hjá KÍ

Norðlýsið ÍTROTTUR

– Stórur munur hevur verið á besta og versta avrikinum, og tað er nakað, sum vit hava tosað um í hópinum, og sum vit mugu til lívs, sigur høvuðsvenjarin hjá KÍ, Eyðun Klakstein.

Nú byrjar kappingarárið 2008. Tann seinasti venjingardysturin hjá KÍ er leiktur, og nú verða tað bara dystir, sum telja við í antin steypakappingini ella í landskappingini.

Vit fingu orðið á Eyðun Klakstein, høvuðsvenjara hjá KÍ, eftir tann seinasta venjingardystin, sum KÍ spældi móti ÍF fríggjakvøldið.

– Vit hava fingið nógv burtur úr venjingardystunum. Fyrst og fremst hevur tað snúð seg um at koma í betur dystarform, og síðani hava vit eisini roynt ymiskt í fyrireikingunum til kappingina, sigur Eyðun.

– Vit hava upplivað heilt góð avrik, til dømis ímóti føroyameistarunum í Klaksvíkskappingini, men vit hava eisini verið á botni við innsatsinum ímóti B68.
– Stórur munur hevur verið á besta og versta avrikinum, og tað er nakað, sum vit hava tosað um í hópinum, og sum vit mugu til lívs.

– Nú er tað álvari. Í næstu viku byrjar kappingarárið, og tá verða vit klárir til at taka kappingina upp við hini liðini.